Ongi úrslit

Jørgen Niclasen tikin fyri at koyra ávirkaður

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum var undan vikuskiftinum tikin fyri at koyra ávirkaður, og hann hevur í dag boðað flokkinum frá, at hann leggur frá sær sum landsstýrismaður

Sveinur Tróndarson
16. februar 2022 kl. 17:37

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur biðið Bárð á Steig Nielsen, løgmann, loysa seg úr starvi sum landsstýrismaður.

Orsøkin er, at hann er tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

Tað váttar landsstýrismaðurin sjálvur í stuttari viðmerking til VP, har hann eisini biður Føroya fólki um umbering fyri mistakið.

Í viðmerkingini sigur hann, at hann hevði drukkið kvøldið fyri, og at hann óumhugsin var farin í bilin, tí hann skuldi at keypa morgunbreyð.

- Varð steðgaður av løgregluni, sum bað meg blása og vísti mær so at har stóð “positiv”, sigur nú skjótt fyrrverandi landsstýrismaðurin við VP.fo.

Dimmalætting hevur frá væl vitandi keldum frætt, at tað var seint í síðstu viku, at landsstýrismaðurin varð steðgaður av løgregluni. Hann varð steðgaður av løgregluni í Suðuroy, og tá vísti kanningin, at hann hevði ov nógv. Kortini hevur hann ikki valt at leggja frá sær fyrr enn í dag, og sum Dimmalætting skilir hevur flokkurin ikki fingið at vita um hendingina fyrr enn í dag.

Dimmalætting hevur eisini frætt, at kanningin av landsstýrismanninum vísti eina promillu uppá 1,26, og tá er hann farin um tað markið sum eitur rúsdrekkakoyring, og halda hesi tølini, so stendur hann til at missa koyrikortið.

Nú Jørgen Niclasen leggur frá sær, kann hann fara aftur í Løgtingið.

Tá hendir tað, at hann fær immunitet, og hendir tað, at hann skal í rættin, tí hann hevur ov høga promillu, so skal Løgtingið atkvøða um at taka immunitetin frá honum. Hann kann tó eisini velja at viðganga seg sekan, og tá nýtist tingið ikki at taka órinið frá honum.

Mest lisið hesa vikuna

Eksplosivur vøkstur í tarmkrabba hjá fólki undir 50

17. august kl. 14:25

Ein av orsøkunum er at sleppa til himmals

Í gjár kl. 20:55

Biðja fólk halda seg burtur - og ikki ringja

17. august kl. 20:48

Ælabogavegurin í Gundadali fær ikki frið

15. august kl. 18:09

Elvir tíðindaflutningur Kringvarpsins til antisemitismu?

15. august kl. 14:46

Stjól fyri 7.500 krónur í einum handli

Í gjár kl. 09:37