Ongi úrslit

Jørgen hevur fyrr givið hvítarussum høvuðbrýggj

Eyðun Klakstein, Jørgen Nielsen og hinir á U21-landsliðnum leggja í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin móti Hvítarusslandi, sum verður á Tórsvølli í morgin, týsdagin klokkan 17:00

FSF/Hans Erik Danielsen
14. oktober 2024 kl. 22:05

Á middegi mánadagin hevði føroyska U21-landsliðið seinastu venjingina, áðrenn EM-undankappingardystin móti Hvítarusslandi, sum verður á Tórsvølli í morgin, týsdagin 15. oktober klokkan 17:00.

Áðrenn venjingina fekk FSF varpið orðið á Jørgen Nielsen, sum skoraði øll trý málini, tá Føroyar vunnu 3-2 á útivølli móti Hvítarusslandi. Jørgen trýr upp á enn ein sigur á hvítarussum, og endurtekur fegin hattrikkið frá dystinum í september í fjør.

Atgongumerki til U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Hvítarussland fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin fyri vaksin er 95 krónur, meðan børn, 14 ár og yngri, hava ókeypis atgongd.

https://www.fsf.fo/jorgen-hevur-fyrr-givid-hvitarussum-hovudbryggj/

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

Í gjár kl. 07:44

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44