Í dag tapti føroyska U-21 landsliðið 3-1 í Klaksvík ímóti Portugal. Tað var vónbrot, tí føroyingarnir løgdu seg beinanvegin á odda, tá ið Olaf Bárðarson við hornasparki úr vinstru sendi bóltin beinleiðis í málið.
Leiðslan helt, inntil tað restaðu sjey minuttir undan steðginum.
Tað var javnt, inntil tað restaðu tríggir minuttir. So skoraði Portugal tvey mál eftir lítlari løtu.
Føroyska liðið vísti góðan hugburð, og í løtum hekk samanspælið væl saman. Eitt nú var vongverjin í vinstru Martin Agnarsson eyðsýndur.
Tað er ein dystur eftir í hesi EM undankappingini. Hann verður týsdagin á Tórsvølli, tá ið mótstøðuliðið verður Hvítarussland.
Jørgin Nielsen var fremsti maður størsta partin av tíðini í dag, og tað verður hann ivaleyst eisini týsdagin. Jørgin Nielsen er toppskjútti á U-21 landsliðnum saman við Stefan Radosavljevic, sum ikki er á liðnum longur, tí hann er ov gamalur.
Tað verður spennandi at síggja, um tað týsdagin fer at eydnast Jørgeni Nielsen at skora og harvið at taka málmetið.
Tá ið Føroyar 7. september í fjør spældu á útivølli ímóti Hvítarusslandi, eydnaðist tað føroyska liðnum at vinna 3-2. Ta ferðina var Jørgen Nielsen trífaldur málskjútti.
Føroyar – Portugal 1-3 (1-1)
U-21 EM undankappingardystur í Klaksvík
1-0: Olaf Bárðarson 3.
1-1: Fábio Silva 38.
1-2: Gabroel Brás 87.
1-3: Paulo Bernardo 89.
Dómarakvartett úr Makedonia: Jovan Kachevski, Slagjan Markoski, Branko Putilin og Ivana Projkovska (4. dómari)
Føroyar: Ari í Haraldstovu Petersen – Ási P. Dam (Bergur J. Poulsen, 83.), Elias Rusborg, Børge Petersen, Gullbrandur Øresttad, Martin Agnarsson – Heini Sørensen (Beinir Nolsøe, 44.), Aron Jarnskor Ellingsgaard (Emil Weihe Joensen, 83.), Noah Mnenéy, Olaf Bárðarson (Leivur F. Guttesen, 75.) – Jørgen Nielsen (Ejvind R. Mouritsen, 75.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jóannes Eyðfinsson Davidsen, Jákup N. Vilhelmsen, Gutti Dahl-Olsen, Jens Erik Bruhn
Venjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Atli Gregersen