Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur havt aðaldung og har stóðu tríggir nevndarlimir fyri vali. Teir vóru Jens Meinhard Rasmussen, Kristoffur Laksá og Fróði Magnussen, og teir vóru allir afturvaldir. Nevndin heldur sostatt fram óbroytt.
Í nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag sita sostatt: Jón Sigurdsson, Høgni Hansen, Kristoffur Laksá, Jóhanna á Bergi, Fróði Magnussen, Árni Ellefsen, Odd Eliasen, Jens Meinhard Rasmussen og Ólavur Bjarkhamar.
Eftir fundin skipaði nevndin seg við Jón Sigurdsson sum formanni og Høgna Hansen sum næstformanni.
Jón Sigurdsson tók við sum formaður í fjør eftir Boga Jacobsen, sum hevði verið formaður í nøkur ár.