Ongi úrslit

Jólatræ úr egnari viðarlund

Jólatræið er 33 ára gamalt og er tað helst Finnbogi Joensen, stigtakari til viðarlundina, sum sjálvur hevur sett træið niður á sinni

vestmanna.fo
18 tímar síðan

At hugsa grønt og endurnýta verður eisini ein partur av jólahugnanum í Vestmanna í ár. Stóra jólatræið, sum fer at prýða Torgið og bygdina um jólini, er úr viðarlundini í bygdini. 

Fyrstu trøini í viðarlundini vórðu sett niður av skúlanæmingum á vári í 1990. Síðan tá er viðarlundin vaksin nógv í vavi og í dag eru yvir 2.000 trø í hugnaligu viðarlundini.

Fríggjadagin vóru arbeiðsfólkini hjá kommununi og feldu eitt granntræ í viðarlundini og í dag varð træið sett upp á Torginum, klárt til at verða prýtt við lýsandi perum.

Jólatræið er 33 ára gamalt og er tað helst Finnbogi Joensen, stigtakari til viðarlundina, sum sjálvur hevur sett træið niður á sinni, tí einki nummarspjaldur var á.  Øll trø, sum næmingar hava plantað, eru skrásett við navni og nummari.

Jólatræið verður tendrað fríggjadagin 21. november.

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

5. november kl. 23:58

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Tunnilin hongur í leysari luft - kostar upp í 900 milliónir

6. november kl. 09:34

Sýri bað um friðskjól í Føroyum

7. november kl. 07:44