Ongi úrslit

Jólasiðvenjur í øðrum londum

© Mashable
Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Eysturríki:

Tey hava har eina heldur ræðandi jólasiðvenju, sum inniber eina veru, kallað Krampus. Hann reikar runt í gøtunum og leitar eftir óskikkiligum børnum. So er ein staddur í Eysturríki í desember, kann ein vænta at koma fram á skummligar, maskeraðar útgávur av tí ónda jólamanninum.

India:

Jólaaftan uttan eina jólagávu. Tað er ringt at ímynda sær í okkara parti av heiminum. Men í India er tað faktiskt ikki serliga vanligt at geva hvørjum øðrum gávur til jóla. Í staðin er siðvenja at brúka nógva tíð í køkinum og gera góðgæti, sum verður borið út til vinir og grannar.

Russland:

Elskar man jólini, er gott at halda tey í Russlandi. Har halda tey nevniliga jól tvær ferðir, bæði 25. desember og 7. januar. Báðar dagarnar hava tey eina yvirflóð av einum jóladøgverða.

Avstralia:

Í Avstralia merkir jól sólskin, strondferðir og kallt íste. Tí er brún sós, svínakjøt, dunna og eplir skift út við eina meira summarvinarliga matskrá. Har verður etið rækjur, hummari, østers og annað gott úr sjónum.

Sí eisini Jólasiðvenjur kring heimin

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48

Nú skulu børn og ung ikki longur sleppa at keypa

22. desember kl. 09:31

Sorry, John Ivar Venned – chat gpt hevur lumpað teg

21. desember kl. 12:43

Ein umbering til Sjúrð – lat okkum finna felags jørð

22. desember kl. 00:57