Ongi úrslit

Jólasiðvenjur kring heimin

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 15:15

Hjá okkum í Føroyum er tað dunna, sós, pakkar og jólatræ, sum rennur í huga tá vit hugsa um jólasiðvenjur.

Í øðrum londum runt heimin, eru tó onkur sum halda jól heilt øðrvísi. Miðilin Woman.dk hevur savnað saman nakrar av jólasiðvenjunum:

Um vit halda, at føroyskir ​​handlar kanska byrja ov tíðliga at pynta og gera klárt til jólini, um teir byrja í oktober, so er tað einki afturímóti hvussu tey gera á Filipsoyggjunum.

Her byrjar jólahaldið longu í byrjanini av september, tá jólaglaðu filipinarnir spentir pynta við nógvum jólaprýði. Og jólahaldið er faktiskt so intenst, at teir steðga ikki aftur fyrr enn í januar.

Venezuela

Í venezuelanska høvuðsstaðnum Caracas lata íbúgvarnir seg í rulluskoytur og rulla í kirkjuna til jólamessu, morgunin eftir jólaaftan.

Hendan jólasiðvenjan er vorðin so vanlig, at gøturnar í býnum eru stongdar fyri allari aðrari ferðslu tann morgunin, fyri at tryggja at rulluskoytararnir koma trygt í kirkju. 

Japan

Meðan nógv her heima munga eftir tjúkkari, brúnari sós, dunnu og brúnkaðum eplum jólaaftan, er jólamatskráin í Japan ein spann full av sprøkum, djúpsteiktum høsnarunga úr Kentucky Fried Chicken

Faktiskt er steikti høsnarungin frá KFC so vælumtóktur millum japanarar, at hann skal bíleggjast fleiri mánaðir frammanundan á hvørjum ári.


Týskland:

Týskarar hanga syltaða agurk á jólatræið.Tað er tó ikki eitt jólatræ heilt klætt við syltaðu agurkunum talan er um, men heldur bara ein súltað agurk, gjørd úr plasti, sum verður hongd væl fjald á jólatræið.

Barnið, sum síðani finnur agurkuna á trænum, fær gávu sum vinning. 


Norra

Sambært norsku fólkasøguni er jólaaftan tann dagurin, tá allir teir illu andarnir og heksarnir flúgva til himmals at gera ónáðir. Og av tí at óndu verurnar ofta brúka kustar at flúgva á, goyma norðmenn sínar kustar og øll onnur amboð við handtaki burtur, so óndu verurnar ikki finna teir. 

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48

Nú skulu børn og ung ikki longur sleppa at keypa

22. desember kl. 09:31

Sorry, John Ivar Venned – chat gpt hevur lumpað teg

21. desember kl. 12:43

Ein umbering til Sjúrð – lat okkum finna felags jørð

22. desember kl. 00:57