Ongi úrslit

Jólaligir kórtónar við stórum klangi

Leygardagin, 13. desember, kl 17 verður jólakonsert við Tórshavnar Kamarkóri í Feskfiskahøllini á Faroe Ship á Eystaru bryggju í Havn.

Tíðindaskriv
12. desember 2025 kl. 18:14

Ljómurin í høllini gevur ein heilt serligan katedralskan klang og tað hóskar sera væl til kórtónleik – og sanniliga eisini jólakórtónleik.

 

Undir kórleiðslu av Bernharði Wilkinson fer kórið at framføra hugnaliga jólaskrá við føroyskum og útlendskum kórsatsum.

Høllin er jólaprýdd til høvið, og vit bjóða ein góðan kopp av heitum kakao.

 

Vit vilja heita á áhoyrarar um at vera heitt ílatin. Høllin er ikki upphitað, og tí kann tað vera kalt.

Verið vælkomin á konsert.

 

Atgongumerki til konsertina fáast á www.atgongumerki.fo  

 

GG! Gjørt verður vart við, at konsertin er innanfyri ISPS-økið á havnarlagnum. Tí er týdningarmikið, at tit, sum koma á konsert, halda tykkum innanfyri avmerktu økini. 

Á viðhefta 'vegvísara' sæst hvussu tú finnur okkum.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41