Ongi úrslit

Jólakort frá føroyskum skúlabørnum

Lena Nicolajsen hevur teknað ársins vakra jólakort, sum øll skúlabørn fáa at senda til senda til sínu kæru. Øll børn fáa tvey jólakort, frímerki og bjálvar.
NÁM
1 tími síðan

Øll skúlabørn skriva jólakort aftur í ár – átakið, sum birtir upp undir gleðina við at skriva og senda jólakort, varð í dag sett í Skúlanum á Argjahamri.

Vit skriva jólakort átakið fyri øll børn í fólkaskúlaaldri fer nú av bakkastokki aftur. Í dag varð átakið sett í bókasavninum í Skúlanum á Argjahamri, og 5.b var fyrsti flokkurin at skriva jólakort. Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni N. Joensen, var eisini við og heilsaði upp á næmingarnar.

 Vit skriva jólakort átakið snýr seg um at geva øllum skúlabørnum í Føroyum høvi at skriva og senda ókeypis jólakort til sínu kæru. Átakið byrjaði í fjør og fekk sera góða undirtøku – bæði frá næmingum, lærarum og foreldrum og ikki minst frá teimum, sum fingu eina hondskrivaða jólaheilsan í postkassan. Gleðin var stór, og tí verður átakið endurtikið í ár.

 “Vit sóu, hvussu nógv børnini hugnaðu sær, og hvussu nógva gleði eitt hondskrivað kort kann skapa. Tað var hugtakandi og rørandi at síggja týdningin av at steðga á og skriva nøkur orð til tey, ein hugsar um. Tí er Vit skriva jólakort eitt framúr átak, og vit fegnast um, at Posta aftur í ár stuðlar tiltakinum,” sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag.

 Føroysk jólakort í Føroyum

 Øll børn úr forskúla til 10. flokk fáa aftur í ár møguleika at skriva og senda tvey jólakort hvør. Hetta arbeiðið styrkir bæði málfatan og skrivievni, og stuðlar sostatt væl undir undirvísingini. Verkætlanin Føroyar Lesa, partur av Námi, hevur í nógv ár skapt lesigleði og bygt upp eina sterka lesimentan:

 “At skriva og senda eitt jólakort er nakað serligt – nakað við dýpd og nærleika, sum hvørki teldupostar ella sosialir miðlar kunnu taka yvir,” sigur Eilen Anthoniussen, ritstjóri og samskipari av Føroyar lesa.

 Vit skriva jólakort er eitt felags átak hjá Føroyar lesa, Føroya Lærarafelag og Posta. Jóhan Mortensen eigur góða hugskotið. Lena Nicolajsen hevur teknað vakra jólakortið, sum verður sent skúlunum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10

Niels Juel Arge er fríttstillaður

Í gjár kl. 16:29