Fríggjakvøldið 18. desember kemur norska stjørnan, Sissel Kyrkjebø, aftur til Føroya. Konsertin verður Við Tjarnir fríggjakvøldið 18. desembur. Hetta er konsertferðin hjá henni, ið hon kallar Sissels Jul.
Og hesa ferð verður Eivør serligur gestasangari á konsertini.
Sissel hevur havt tríggjar útseldar og sera væleydnaða konsert í Føroyum, men hesaferð verður upplivingin ein onnur – ein jólakonsert við fullmannaðum orkestri.