Ongi úrslit

Ætlanin hjá samgonguni er sum at pissa í buks

Ruth Vang saman við floksfelaganum, Bjarna Kárason Petersen
Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Hetta uppskotið hjá samgonguni er sum at pissa í buks. Tað heldur Ruth Vang, forkvinna í Framsókn.

Uppskotið hjá samgonguni um at strika mvg av bensini og diesel í summar, fær harða viðferð frá andstøðuni eitt nú heldur tingkvinnan fyri Framsókn, at hetta er sum at pissa í buks.

Tað heldur hon, tí at endamálið er at gera olju og bensin bíligari - samststundis sum at vit royna at fáa fólk at leggja um til grøna orku.

Hon vísir á, at aðrastaðni mæla fakfólk staðiliga frá hesum. Hon minnir eisini á, at í farnu samgongu stríddist Javnaðarflokkurin hart fyri at vit skulu fáa eina veðurlagslóg og eitt veðurlagsráð, at ráðgeva politisku skipanini í orkumálum.

Men nú er tað sami Javnaðarflokkur, sum leggur uppskot fyri Løgtingið um at lækka prísin á oju og bensini, og Ruth Vang er fullvís í, at høvdu vit havt eitt veðurlagsráð, høvdu tey staðiliga mælt frá at seta hetta í verk.

– Hetta er tað óklókasta, samgongan kann gera, leggur hon afturat.

Hon heldur, at tað hevur sera stóran týdning, at vit føra ein politikk, sum ikki eggjar fólki at leggja um til grøna orku, eitt nú el-bilar.

Tað, samgongan ger, er tað beint øvugta, tí tað er sum at siga við brúkarar, at brúka tit bensin og diesel sum tit vilja, tí samgongan skal nokk halda prísinum niðri og sostatt fara bileigarar einki at merkja til gongdina, heldur enn at eggja teimum til at leggja um til el-bil, ella at koyra minni, at fleiri koyra saman, ella at fólk brúka bussarnar.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

Í gjár kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

Í gjár kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

Í gjár kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01