Árligi jólahugnin hjá Lions Club Tórshavn verður í Plantasjuni nú sunnudagin 30. novembur millum klokkan 14 og 16.30. Ágóðan hesaferð fáa gulu skótarnir í Havn.
Sum vant, ber til at stuðla einum góðum endamáli hesa seinnapartsløtuna í Plantasjuni, har fólk kunnu keypa lidnar jóladekoratiónir ella tilfar til dekoratiónir, umframt at okkurt gott er til góman.
Tiltakið vendir sær til øll, tí her er nakað fyri bæði børnini og tey vaksnu, so hetta er eitt gott familjutiltak, nú farið verður inn í adventina og niðurteljingin til jólini byrjar.
Hesaferð verður ágóðin av tiltakinum latin Skótaliði Sigmunds Brestissonar, sum næsta ár fyllir 100 ár, samstundis sum Lions Club Tórshavn fyllir 60 ár.
Í Plantasjuni í yvir 45 ár
Teir gulu skótarnir verða eisini við til jólatiltakið sunnudagin, har teir koma at passa bálini og gera tað møguligt at tilgera okkurt leskiligt har, so sum deiggj og smáar pylsur.
Eisini fer Havnar Hornorkestur aftur hesaferð at seta sín dám á løtuna við góðum tónum, blíðir jólamenn fara at vitja og í allar mátar verður hugnin settur í hásæti, nú stór sum smá gleða seg til jólahøgtíðina um ein lítlan mánað.
Jólahugnin í Plantasjuni fyrsta sunnudag í advent hevur verið fastur táttur hjá Lions Club Tórshavn í yvir 45 ár, og hjá mongum er henda løtan fyrsti smakkurin av komandi jólunum.
Frá byrjan hevur tætt samstarv verið við Skógrøkt Landsins, ið útvegar tilfar til jóladekoratiónir og grann at pynta við, og soleiðis er tað enn.