Ongi úrslit

Jóhan Christiansen — eitt ekkó frá Elianssyni

Ragnar Eliansson
5 tímar síðan

Ætlan mín var ongantíð at viðmerkja stríða streymin av illa frágingnum og órættlisnum orðaskvaldri, sum nú fráfarandi landsstýrismaðurin, Jóhan Christiansen, læt streyma frá sær í juni í fjør, á egnum facebookvanga; hetta í

kjalarvørrinum av útvarpssendirøðini hjá Høgna Mohr, Elians Syni, har undirritaði hugleiddi.

Hvør er so orsøkin til at tríva aftur í stirda suppusoðið? Orsøkin er einføld:

Fráfarandi landsstýrismaðurin roynir í skrivinum at rationalisera og lutvís rættvísgera statsligar skemdargerðir, sum eru beinleiðis úrslit av stórari stjórn, og sum ongantíð kundu verið framdar undir somu fortreytum av eini minni stjórn.

Henda eygleiðing mín átti at havt almennan áhuga, nú landsstýrismaðurin hevur úttalað seg um framløgdu sparingarnar hjá nýskipanarnevndini.

Í óhjálpnu atfinning síni móti Elians Syni skilti Jóhan Christiansen ikki so frægt sum eina einfalda allegori, har ið undirritaði, í myndatalu við einum lastbilførara, lýsti tað samtíðarvandamál, at fólk í gerandisdegnum ofta kapprenna við tíðina. Í staðin tulkaði hann hetta, sum eina niðran av arbeiðaranum!

Í skrivinum tá ávaraði Jóhan eisini móti persónum, sum umboða ta heimsfatan, ið hann sigur, at undirritaði umboðar. Ávaringin var, at royndir hansara vístu, at hesir persónar “í besta føri hava eina sera ivingarsama bakgrund”, og at undirritaði og líkar hansar hava funnið sannleikan og ivast ei í nøkrum.

Hesar niðurstøður hevur Jóhan mestur nápað frá Kim Simonsen, sum á Breddanum hjá KvF, har áðurnevndi poddur varð umrøddur, staðfestir júst tað sama. Hesar eru bara tvær av mongum skuldsetingum og illgitingum, sum koma fram í skrivinum uttan nakað próvtilfar yvirhøvur, hóast hann sjálvur leggur stóran dent á vantandi botn í tí, sum undirritaði bar fram í Elians Syni.

Hetta er í modernaðari kjakmentan vorðið eitt sokallað “talking point” (eitthvørt evni, ið verður brúkt í kjaki, ofta við implisittum boðskapi); hetta við at skjóta opponentinum í skógvarnar, at honum vantar uppbakkingartilfar.

Trupulleikin við hesum taktikki er bara, at um ein ikki hevur gjøgnumhugsað sítt grundarlag í hesum slagi av argumentatión, er skjótt, at tað kann sláa bakk ella í frægasta føri enda á sera lágum stigi og uttan høpi.Ein natúrligur spurningur at seta í hesum sambandi er tískil: Nær og í hvønn mun er hóskiligt at bakka tað upp, sum lagt verður fram?

Sjálvsagt er, at tað kann vera skilagott at hava eitthvørt ítøkiligt at vísa á fyri at styrkja pástandir, ið annars eru ivasamir, men mann má eisini hava jørðsamband

ella duga realitetskekk. Tí eitt, sum í hesum sambandi er púra grundleggjandi, er ásannanin av, hvat høpið er, sum pástandirnir verða framsettir í.

Er talan um vísindaliga grein ella annað empiriskt tilfar, ber ikki til at koma við leysum pástandum, sum ikki kunnu skjalprógvast. Hinvegin veit ein og hvør, at fá, sum sita og smámøsna í onkrum poddvarpi ella skræða seg á Facebook, nakrantíð bakka upp ein og hvønn pástand, sum tey koma við. Sostatt kann yvirskipaða

ábreiðslan um vantandi keldutilfar ikki brúkast í sambandi við t.d. eitt poddvarp.

“Tú kanst ikki bakka upp tínar pastandir”-argumentatiónin er ofta úrtøkilig og dømi um tað, ið verður rópt argumentum ad ignorantiam.

Og so líka aftur til hetta við baksláttrinum. Rætt skal vera rætt. Jóhan roynir at koma við nøkrum ítøkiligum mótargumentum til nakrar av pástandunum í Elians Syni. Men her villist hann í egnum skotroyki, tí ikki eitt einasta av mótargumentum hansara er bakkað upp við skjalfesting.

Fyri at viðmerkja okkurt av hesum, kann nevnast, at sjálvt amerikonsku innrásina í Irak í 2003 hevur Jóhan lyndi til at rationalisera við útsagnum so sum:

“Men at Saddam Hussain var ein ræðuligur diktatur, sum framdi fólkamorð við ræðuligum vápnum mótvegis sínum egnu, er eftirhondini sera væl dokumenterað.

Og so kunna vit hvør í sínum lagi meta, um tað var rætt av vesturheiminum at fella hann, ella ikki.”

Eg vænti, at bæði Fogh og Djurholm høvdu verið ernir av Jóhani, sum eisini rósar meginráksfjølmiðlum fyri at avdúka, at eingi hópoyðingarvápn vórðu funnin í Irak.

Hetta er villleiðandi. Tí hóast summir fjølmiðlar gjørdust meira kritiskir, eftir at amerikonsk kanningarlið og fólk undir ST, at byrja við í 2004, komu til ta niðurstøðu, at har funnust eingi hópoyðingarvápn í Irak, vóru allir teir stóru og

grundfestu fjølmiðlarnir atfinningarleys talurør hjá sitandi stjórn í preluduni til innrásina. Teir framleiddu samtykki og fasiliteraðu fólksins undirtøku fyri innrásini. At teir aftaná máttu halda seg til sannroyndir hevur lítlan týdning, tí tá

var skaðin hendur.

Jóhan leggur undirritaða undir, tilvitað at tiga burtur partar av frásøgnini um NATO-loftálopið á Benghazi í Libya í 2011.

Ein kundi altíð sagt meira. Undirritaði nevndi ikki, at ST hevði samtykt at blástempla “øll neyðug stig” til verju av libyska sivilfólkinum.i Hetta fílist Jóhan á.Men henda, sambært Jóhani, ófullkomna frásøgn hins undirritaða, ger ikki ta sannroynd villleiðandi ella ivasama, at drastiska álopsavgerðin hjá Hillary Clinton førdi til humanitera vanlukku, sum fullkomiliga destabiliseraði og upploysti tað sekulera harðræði, sum Libya var undir Gaddafi.

Og sum sagt; ein kann altíð siga meira; til dømis, at NATO-uppíblandingin var beinleiðis atvold til, at islamistarnir vunnu vald, at Libya gjørdist størsti trælamarknaður í Norðurafrika og eitt megintransitpunkt og stórkelda til

flóttafólkastreymin inn í Evropa. Ein kundi somuleiðis greitt frá, at vit vóru gødd við yndisligari forsjón um eitt vár, sum fór at frelsa arábiska heimin við fólkaræði.

Vit høvdu sjálv í vesturheiminum funnið upp á hetta. Vit skuldu bara líka smoyggja tað yvir lond, vit einki høvdu við at gera og síðan stuðla teimum, sum ikki lótu seg stýra av einaveldisharrum.

Eins og Putin er fanin í dag, var Gaddafi fanin tá. Einki gjørdu vesturlendsku fjølmiðlarnir fyri at upplýsa okkum, hvørji motivini hjá Gaddafi vóru. Kundi tað verið ein tanki, at vandin við víðgongdari islamismu taldist millum teirra? Kann tað hugsast, at vit ikki áttu at blandað okkum uppí? Kann tað hugsast, at vit fasilitera uppreisn islamistanna? Og kann tað hugsast, at ein vandi við stórari stjórn hevur víst, at avgerðargrundarlagið í politisku skipanini verður fullkomiliga koblað frá veljarafjøldini, soleiðis, at tað verður lukrativt hjá keyptum stjórnarfólki at fara

í kríggj ferð eftir ferð og at brúka skattapening til at drepa ósek menniskju í

fjarskotnum londum?

Eg veit ikki um Jóhan íroknar nevnda tíðindaflutning, tá hann móti endanum á facebook-teksti sínum fer at rættvísgera fjølmiðlasensur. Einastaðni í tekstinum heldur Jóhan fyri, hvussu illa honum hóvar, at nakar yvirhøvur kann hugsa, at tey, sum stjórna okkum, ikki neyðturviliga altíð vilja okkum tað besta. Sjálvur er hann

ikki skeptiskur um stóra stjórn; hetta høvuðssakliga, tí hann trýr tað besta um menniskju — harímillum tey, ið stjórna okkum.

Í hesum sambandi skrivar Jóhan m.a.:

“Persónliga velji eg at trúgva, at menniskjan er góð, har eg torið at pástanda at fylgjarar av tí sum Ragnar umboðar halda, at menniskjan er ónd, og alt verður sæð útfrá tí.“

Menniskjan er fyrst og fremst eitt produkt av umstøðum sínum. At skriva omanfyristandandi, er sum dissidenturin á keikioskini á Eystaru bryggju, Páll Poulsen, tók til - for býtt.

Jóhan leggur dent á, at hann metir heimsfatan Elians Sonar millum størstu hóttarnir móti vesturlendskum virðum. Eg veit ikki um tað kemst av, at undirritaði ikki vil, at vesturlendskir statsborgarar skulu verða brandskattaðir, so land teirra kann takalut í óviðkomandi kríggjum, at Jóhan metir hugsjón undirritaða vandamikla. Er tað vandamikið at ynskja eina stjórn, sum tænir fólkinum heldur enn eitt fólk, ið tænir stjórnini?

At Jóhan eisini heldur, at COVID-19 ikki var villleiðandi, at koppsetingin ikki var problematisk, at hann ongan vanda sær fyri politiskum og samfelagsligum kompleksum, har risasamtøkur innan heilivágsídnað og vápnaídnað vinna politiskt vald, er í minsta lagi ein ærlig heimsfatan, men eftir mínum tykki ein misfatað

heimsfatan.

Í ramastu andsøgn til hugsjón teirra, sum á sinni skrivaðu amerikonsku grundlógina, er USA vorðið besta dømi í søguni um, hvussu ein stór stjórn elvir til samfelagsliga degenerering. Áðrenn annan heimsbardaga var USA eitt land, sum í stóran mun virkaði sum lýðveldi í mótsetning til uppíleggjandi heimsveldi, sum landið hevur verið seinastu mongu árini - serliga eftir nýliberalu epokuna.

Nýliberalisman hevði við sær mikla einskiljing. Nýggju, privatu aktørarnir fingu lønandi sáttmálar við stjórnina. Hetta førdi til, at tøkuarmar stjórnarinnar rukku munandi longri út í samfelagið enn áður.

Við hesum mentust ósunn, symbiotisk kompleksir sum natúrlig avleiðing av annars ósameiniligu sameiningini av privata og almenna geiranum. Nevnast kunnu teir mongu sáttmálarnir, sum stjórnin gjørdi við privatar vápnaframleiðarar, og sum høvdu við sær stóra øking í útreiðslum á hernaðarliga økinum.

Nú hevur mann so dánt ásannað mistøkini, sum gjørd vórðu undir nýliberalismuni. Í hesum stjórnarskipanarliga vakuumi verður síðan dúgliga hugleitt um, hvussu ein sunn stjórn skal skipast. Mangir nýggir ella prototypiskir stýriformar verða havdir á lofti, men ofta uttan at fokuserað verður á, at stjórnin má minka.

Ein kann siga, at skrivstovuveldi er ein bygnaðarlig avleiðing av eini yvirgiraðari og irrationelt vaksandi skipan. Fokus má vera á at skerja heldur enn umskipa.

Ísraelski stjórnmálagranskarin, David Levi-Faur, sum í gransking síni m.a. hevur samanborið ymsar stýrihættir, ávarar nevniliga um, at broyting til ein nýggjan stýriform, t.d. har ávísar stjórnarfunktiónir verða útdelegeraðar til aðrar sivilar aktørar, ikki í sær sjálvum loysir trupulleikan við ov stórari stjórn. Harnæst kann ein avleiðing verða, at ikki bara stjórnin veksur, men, at regulerandi vald eisini veksur uttan um stjórnina. Hann vísir til kend dømi um júst hetta.ii Burtur úr stórari stjórn spyrst ein autonomur, varandi valdsgeiri, sum ikki er tengdur at teimum fólkavaldu í stjórnini, men er de facto hierarkiskt imposeraður úr erva. Hetta er tann partur av politisku skipanini, sum ongantíð broytist, hóast

veljarin ynskir tað. Fyribrigdið verður eisini nevnt hin permanenti staturin. Hetta

hava vit eisini sæð í føroysku miðfyrisitingini. Stóra stjórnin sýgur seg fasta sumein fliða. Hartil eru politisku og umsitingarligu tilgongdirnar í hesi stórstjórnini

kámar, og av tí sama er ofta ómøguligt at ábyrgja hana fyri sínar avgerðir. Harnæst

verður hon kostnaðarmikil og interventionistisk fyri skattgjaldaran.

Frákoyrdi landsstýrismaðurin var aftur aktuellur sum gestur í KvF-sendingini,

Vikan. Hetta var 8. november í ár. Í sendingini glepsar hann eftir løgmanni fyri at

taka eitt stig, sum nýskipanarnevndin mælti til, og sum endaði við, at

landsstýrismaðurin varð sendur til hús.

Eftir at nýskipanarnevndin legði fram fyrsta tilmæli sítt, hevur nevndarformaðurin,

Ben Arabo, fleiri ferðir verið samanborin við Elon Musk, í almennum orðaskifti.

Her er Jóhan Christiansen einki undantak. Í Vikuni segði hann “Eg síggi Elon

Musk og motorsagina fyri mær“ tá hann fanst at tilmælinum.

Orsøkin til samanberingina er, at tá núverandi fyrisiting hjá Donald Trump varð

skipað, varð Elon Musk settur at leiða nýtt stjórnarráð, saman við fyrrverandi

forsetavalevni, Vivek Ramaswamy. Ráðið fekk heitið Department of Government

Efficiency (DOGE) og fekk, eins og nýskipanarnevndin, til uppgávu at

effektivisera almennu umsitingina. DOGE kom frá byrjan av í andróður. Serliga

vóru tað siðbundnir demokratar og nýkonservativir republikanarar, sum óttaðust

ætlanir ráðsins.

Tað er áhugavert at eygleiða, hvussu forsprákarar fyri stórum, miðsavnaðum valdi

javnan hava at Elon Musk, tá hann í roynd og veru ger okkurt, sum bjóðar

valdinum av og enntá í summum førum gevur meiniga manninum gul í seglini.

Nevnast kann keypið av Twitter (nú “X”) fyri at endurreisa talufrælsi á alnetinum

og progressiva stríðið fyri at fáa í ljósmála ivasomu umstøðurnar kring Jeffrey

Epstein. Hartil veitir Tesla munandi fríari atgongd til tøkniliga útgerð og bókmentir

enn bilaframleiðarar flestir.

Tað áhugaverda er, at tey sum finnast at Elon Musk, sjáldan harta aðrar

amerikanskar milliardingar, hvørs motiv kunnu vera væl daprari. Amerikanski

vinnulívsmaðurin varð hartaður av høgum og lágum fyri at royna at niðurraðfesta

og avtaka oyðslandi tvætlifunktiónir. Men av tí at hann stuðlaði Trump, blivu fólk

snarupplærd í, at Elon Musk var skurkurin. Brádliga var almenna valdsmaskinan

vorðið tað trygga og stabila stavnhaldið, sum amerikumenn máttu sláa manngarð

um!

Men DOGE gjørdist ongantíð eitt lógarfest stjórnarráð, og seinni miseydnaðust

fleiri av ætlaðu sparingunum. At DOGE ongantíð fekk sína ætlaðu løgfrøðiligu

hevd, kámaðist í mjørkanum av tabloidu orrustuni millum Elon Musk og

amerikanska forsetan.

At fólkaræði hevur undirstøðu til at avtaka seg sjálvt, er vælkent vandamál íalmenna rúminum. Men tað, sum kollsiglingin av DOGE vísti, var hinvegin ein

ábending um, at stór stjórn ikki letur seg minka. Heldur ikki tá tað er rationelt.

Tá DOGE almannakunngjørdi niðurraðfestingarnar, komu til sjóndar mangar

avleiðingar av stórari stjórn, sum veljarin onga ávirkan hevur á. Eitt nú kann

nevnast amerikonsk uppíblanding, sum United States Agency for International

Development (USAID) leiddi í nógvum londum. Og nú Jóhan var so skrásikkur í,

at NATO ongan lut átti í Maidan-kollveltingini, kann nevnast, at amerikanska

stjórnin legði seg beinleiðis upp í politisku skipanina í Ukraina, gjøgnum USAID,

við tí endamáli at gera landið fíggindaligari móti Russlandi og krøkja tað tættari at

vesturheiminum.iii

Tað ber illa til at síggja nakra meiningarfulla grundgeving fyri, at amerikanska

skattgjaldaranum lystir, at skattapeningur sín fer til subversjón í fjarskotnum landi.

Men stór stjórn brandskattar ikki einans ríkisborgarar sínar; hon sementerar sítt

vald. Men sambært Jóhani er Elon Musk størri trupulleikin handan hav, enn

monolitiska stjórnarskipanin.

Sjálvur sigur Jóhan seg ikki vera keddan um at skula verða við sviðusoð sum

avleiðing av komandi sparingunum. Heldur sigur hann seg longu vera farnan

víðari. Alt gott um tað. Harnæst sigur hann seg, hóast ónøgdur við framferðarháttin

hjá sitandi samgongu, taka undir við sparingum.

Men nú greitt er, at Jóhan ikki sær nakað vandamál við stórari stjórn, er grundarlag

fyri skepsis um hvørt hann er so sinnaður at spara, sum hann sigur seg vera. Hann

byrjar við at skjóta samgonguni í skógvarnar at “hoppa upp á hetta populistiska

høgrarákið”. Tað sigur eitt sindur um støðið. Forskrekking við spjaldrataktikki

verður brúkt.

Í sambandi við, hvussu hann sjálvur sær fyri sær eina alternativa sparingarstrategi,

sigur Jóhan við útvarpið:

“Eg segði við løgmann, at hetta kann gott gerast upp á ein skilagóðan máta, men

so skuldu vit brúkt tíðina frá nú av og fram til næsta val at fyrireika hetta saman

við andstøðuni og politisku skipanini. Vit skuldu havt skipað hetta ordiliga og

kjølfest, hvussu komandi miðfyrisitingin skal síggja út, so kundi tað blivið eitt gott

mál”.

Sitatið er skúladømi um politiskan mjørka. Taktikkurin er at smoyggja sær undan

at gera okkurt og ístaðin at framseta eitthvørt ástøðiligt og úrtøkiligt framtíðargykl,

sum mann við áherðandi lýsingarorðum kann fáa at ljóða sum eitthvørt, ið er meira

gjøgnumhugsað.

Til stuttleika kann nevnast, at Ben Arabo á Breddanum endurgav gamalt kinversktorðafelli, sum sigur, at besta tíð til at planta eitt træ var fyri 20 árum síðan;

næstbesta er nú. Grundstøðið handan Jóhansa avbending frá ítøkiligheit svitast

valla. Hetta tykist vikuverturin, Ingi Rasmussen, eisini at fanga; altso at

uttanummøsn verður nýtt til tess at fjala eina ópopulera áskoðan. Og tíbetur er tað

ikki longur ópopulert ella umstrítt at vilja spara burtur almenna ovurumsiting og

redundantar funktiónir.

Eisini pástendur Jóhan, at hann ikki enn hevur hitt nakran í fyrisitingini, sum

heldur nýskipanina vera skilagóða. Her sigur hann helst satt. Fólk vilja jú fegin

halda seg sjálv í hevd og — sum róð fram undir frammanundan — er ein

nátúrligur vandi við stórari stjórn, at fyrisitingarligi geirin gerst eitt elitert organ,

sum arbeiðir av øllum alvi í móti, at hann verður reguleraður ella niðurraðfestur.

Sum nevnt var Elon Musk ikki trupulleikin. Trupulleikin er alt tað, sum hann ikki

megnaði.

Eg má smílast, tá ið eg rógvi aftur á atfinnandi tekst Jóhans um Elians Son í fjør.

Har sigur Jóhan, at umboðsmenn av hugsjón Elians Sonar umboða “eitt sera elitert

rák”.

Tað lata vit standa, men við aftur í ár at verða mintur á grunnstøðið í hugsanarhátti

frákoyrda landsstýrismansins, hoyrist eitt hvølt ekkó av áðurnevnda orðaskvaldri á

Facebook; eitt ekkó, sum sementerar illgrunan um, at maðurin neyvan er sinnaður

at minka landsins stjórn.

Ragnar Eliansson

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10

Niels Juel Arge er fríttstillaður

Í gjár kl. 16:29