Ongi úrslit

Jóhan á Plógv Hansen skiftir til Flensburg-Handewitt

Jóhan á Plógv Hansen hevur gjørt ein trý-ára sáttmála við týska stórfelagið úr Flensburg

Sigurjón Einarsson
14. sepember 2021 kl. 12:46

Eftir at Lasse Svan fyrr í ár kunngjørdi, at hann nú fer at gevast við at spæla hondbólt, so hevur Flensburg-Handewitt leitað eftir nýggjum manni. Nú er eftirmaðurin funnin. Tað er føroyski Jóhan á Plógv Hansen, sum skiftir frá TSV Hannover-Burgdorf, og hevur skrivað undir ein trý-ára sáttmála við Flensburg-Handewitt.

– Hetta er eitt stórt ynski hjá mær, ið nú gongur út. Eg ynski at gera mítt til, at góða gongdin í søguríka og úrslitagóða felagnum heldur fram, sigur Jóhan á Plógv Hansen við heimasíðuna hjá Flensburg.

Venjarin hjá Flensburg-Handewitt, Maik Machulla, er eisini nøgdur, nú felagið hevur skrivað undir við føroyska vongspælaran.

– Eg eri glaður fyri, at Jóhan hevur valt at spæla fyri okkum. Eftir at Lasse (Svan, red.) kunngjørdi, at hann gevst at spæla eftir hetta kappingarárið, hava vit leitað nágreiniliga eftir hansara eftirmanni. Jóhan er ein av teimum bestu á sínum plássi og passar perfekt inn í okkara spæliskipan, sigur venjarin við heimasíðuna.

Til ber at lesa alla søguna á heimasíðuni hjá Flensburg-Handewitt (á týskum, red.) her:

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

15 tímar síðan

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Tvey hús á Toftum fingu skaða av spreinging

24. juni kl. 07:40