Jógvan spælir “Tøgn” á Mentanardøgum í Fuglafirði

Hetta verður ein heilt serlig løta, har ljóðmyndin av "Tøgn" – sum ummælarar hava lýst sum eitt listarligt meistaraverk – verður framførd í allari síni dýrd.

Ragnar Sjúrðarson
22. august 2024 kl. 15:49

Fríggjakvøldið 6. september fer Jógvan at framføra sína væl umtóktu og nógv róstu útgávu "Tøgn" á eini serstakari konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hetta verður ein heilt serlig løta, har ljóðmyndin av "Tøgn" – sum ummælarar hava lýst sum eitt listarligt meistaraverk – verður framførd í allari síni dýrd.

Jógvan hevur longu havt eitt virkið ár við eini stór-fagnaðari framførslu á G! Festivalinum í summar. Harumframt fer hann eisini at hita upp fyri Eivør í Norðurlandahúsinum vikuna undan hann kemur til Fuglafjarðar, har Jógvan er vaksin upp. Tískil er Jógvan í toppformi og klárur at geva heima-áskoðarunum eina tónlistarliga uppliving, sum seint verður gloymd.

Útgávan "Tøgn" er ein innilig og poetisk heildarútgáva, sum lýsir vakurleikan og sorgina, sum lívið kann bera við sær. Við evnum sum longsul, misnýtsla, kærleiki, fyrigeving og tøgn hevur Jógvan skapað eitt tónlistarligt verk, sum hevur vunnið sær viðurkenning og rós úr fleiri ættum. Hann var millum annað tilnevndur FMA-virðislønina fyri ársins útgávu, og ummælararnir hjá KVF valdu "Tøgn" sum eina av teimum bestu útgávunum í 2023.

Til konsertina hevur Jógvan ein bólk av framúrskarandi tónleikarum við sær á pall:

  • Torleik Mortensen, kontrabass

  • Andreas Tykjær Restorff, cello

  • Jan Rúni Poulsen, slagverk

  • Tróndur Bogason, tangentar

Við einum serstøkum ljóðmyndarligum úttrykki, har tunga føroyska stevið, brúsandi havið, hornorkesturslagverk, strúkarar og klaverið mynda grundarlagið, fer Jógvan at bera sína søgu fram við kraftfullu ekspressivu rødd og persónsmensku síni.

Kom við til eitt kvøld, har tónleikur og yrking sameinast, og geva lurtarunum høvið bæði at kava niður í myrka sálardýpið og at smakka vakurleika lívsins.

Konsertin er partur av Mentanardøgum 2024 í Fuglafirði, har fjølbroyttar mentanarligar upplivingar standa á skrá. Eftir framførsluna hjá Jógvani verður ein serstøk svimjihyljakonsert við Lenu og Niclas í svimjihylinum í Fuglafirði.

Leygardagin á Mentanardøgum verður høvið at hoyra Elinborg, Marius Ziska og HOGNA í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Stað: Mentanarhúsið, Fuglafjørður
Dato: Fríggjadagin 6. september 2024
Tíð: Kl. 19:30

Sí meira á fb.com/mentanardagar