Tað hevur verið nógv tos um aldurin hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden, í samband við amerikanska valdystin. Er hann ov gamal? Megnar hann fýra ár afturat í heimsins valdsmiklasta embæti? Kann hann bjóða Donald Trump av í kjakunum?
Tí var sjónvarpskjakið í nátt hansara stóri møguleiki at mótprógva atfinnarunum. Men forsetin megnaði ikki at avvátta omanfyri nevndu spurningar – heldur tvørturímóti.
Tí lesur ein hvat amerikansku miðlarnir skrivaðu eftir kjakið, er tað greitt, at Joe Biden, sambært teimum, ikki hevði eitt gott kvøld.
Avrikið hjá forsetanum verður av CNN rópt skelkandi og vánaligt. Politiski viðmerkjarin hjá sjónvarpsrásini, Van Jones, ið áður hevur verið serligur ráðgevi hjá Barack Obama, kallar avrikið hjá Biden fyri “pínufult”.
- Eg elski Joe Biden, eg havi starvast fyri hann, men hann avrikaði als ikki. Hann stóð fyri eini roynd í kvøld fyri at endurvinna fólksins álit. Hetta misseydnaðist. Ljóðar tað frá viðmerkjaranum.
Avísin Wall Street Journal skrivar, at Biden virkaði óstabilur. Meðan avísin, The New York Times, skrivar, at Biden ikki megnaði at lætta um stúranirnar um aldur hansara, og at hann við hansara skinkling og mutling kom við avmarkaðari mótstøðu til sín mótstøðumann, Donald Trump.
Hjá sjónvarpsrásini Fox News, hvørs redaktionella linja er høgravend og republikansk, verður tað heldur ikki hildið aftur við atfinningunum av Joe Biden.
Í eini grein á miðlinum The Atlantic skrivar ein av skrivarunum hjá miðlinum, at mest tjóðskaparligi møguleikin hjá Joe Biden nú er at trekkja seg sum valevni.
Kjakið kann síggjast í fullum líki HER
Næsta sjónvarpskjak millum forsetavalevnini verður tann 10. september.