Seinna hendan mánaðin skuldi Hunter Biden fáa sína revsing fyri tvey brotsmál hann er dømdur fyri. Tað eina snýr seg um skatt, meðan hitt snýr seg um ólógliga handfaring av vápnum. Tað skrivar The Guardian.
Skattasakin hevur eina møguliga revsing upp til 17 ára fongsul, og vápnasakin upp til 25 ár. Tó varð væntað, at Hunter fór at sleppa munandi bíligari.
Joe Biden hevur givið eina forkláring fyri avgerðina, har hann millum annað sigur, at sonurin Hunter er blivin órættvíst útvaldur sum mál vegna sítt samband við forsetan.
Komandi forsetin í USA, Donald Trump, hevur kallað avgerðina fyri valdsmisnýtslu á sínum sosiala miðli, Truth Social.