Ongi úrslit

Jod er eitt lívsneyðugt mineral

Hippocampus er tann parturin av heilanum, sum ávirkar minnið.

Jóhanna Højgaard
3. juni kl. 18:40

Jod er eitt lívsneyðugt mineral. Tað er ein týðandi partur av stoffskiftishormonunum Tyroxin, sum eisini verður kallað T4.

Uttan jod kann kroppurin ikki framleiða T4 og T3, sum er eitt annað hormon, íð eisini regulerar stoffskiftið í kroppinum.

Hesi hormonuni framleiðast í skjoldbruskkertlinum sum er framman á hálsinum.

Er stórur mangul uppá jod, kan man fáa struma. Tá sæst hálsurin vera bólgnaður tí skjoldbruskkertilin er førstørraður.

Umráðandi er at fáa røttu nøgdina av jodi ígjøgnum matin, tí bæði ov nógv og ov lítið av hesum mineralið kann vera vandamikið. Ov nógv jod er tó meira sjáldsamt á okkara leiðum.

Bert fáar matvørur innihalda munandi jod. Fiskur, skeljadjór, mjólk/mjólkarúrdráttir og nøkur sløg av tara, eru nakrar av teimum. Jod er eisini tilsett borðsaltl og kann keypast sum kostískoyti, um man ikki etur nokk av hesum matvørum.

Stoffskiftishormon hava stóra týðning fyri nærum alt í kroppinum, eisini fyri heilamenningina.

Ein kanning frá 2014 úr Trusted Source, vísti at man við heilaskanning sá at støddin á Hippocampus var minni hjá fólki við lágum nøgdum av stoffskiftishormonum.

Hippocampus er tann parturin av heilanum, sum ávirkar minnið. Man hevur hjá demenssjúkum sæð sama úrslit, ein minkaðan Hippocampus. So okkurt týður uppá at um man fær nokk av jodi, kann fyribyrgja demensskjúkur.

Mest lisið hesa vikuna

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

30. juni kl. 07:44

Ógvusligt ferðsluóhapp - leita eftir tveimum bilførarum

3. juli kl. 07:46

Skapa ótryggleika í Steinatúni í Havn

1. juli kl. 07:45

Læknar hava svikað fyri milliardir

12 tímar síðan

Voxbotn við Tjarnir: ein brakandi success

29. juni kl. 12:40

Fótbóltsspælarar deyðir í ferðsluvanlukka: Halda seg nú kenna orsøkina

3. juli kl. 12:00