Ein avgerandi orsøk til, at Jobmatch 2025 nú verður flutt niðan í Stórhøllina við Tjarnir, er ynskið um at betra um umstøðurnar fyri bæði luttakarar og vitjandi. Nýggju karmarnir geva fleiri fyrimunir, sum fáa týdning fyri upplivingina av tiltakinum.
Standard gólvplássið hjá luttakarunum verður víðkað úr 6m² til 9m² – uttan eyka kostnað – og gevur sostatt størri básar við betri møguleikum at vísa seg fram.
Harafturat verður alt tiltakið samlað í somu høll, sum merkir, at allar luttakandi fyritøkur og stovnar verða meiri sjónlig. Hetta ger tað eisini lættari og meira skipað hjá teimum vitjandi at ferðast millum básarnar.
Stórhøllin hevur harumframt fleiri hentleikar, ið kunnu nýtast eftir tørvi – eitt nú fyrilestrarhøli, lounge-øki og møguleiki at bíleggja smærri fundarhølir til JobPrátini. Eitt hugnaligt kafeøki verður eisini tøkt, har vitjandi kunnu taka sær ein steðg og njóta løtuna í góðum umhvørvi. Eisini eru parkeringsviðurskiftini munandi betri enn undanfarin ár, sum ger atkomuna lættari og meira smidliga.
Jobmatch er ein eyðsæddur møguleiki at sjónliggera og marknaðarføra júst tykkara virki, stovn ella kommunu. Her kunnu tit hitta framtíðar starvsfólk við teim røttu førleikunum, eins og luttakarar hava gjørt á undanfarnum starvsstevnum.
Eins og undanfarin ár verður møguligt hjá teim vitjandi at bíleggja JobPrát við tykkum luttakarar. Harumframt
verður tað eisini møguligt hjá tykkum luttakarum at bíleggja JobPrát við tey vitjandi. Hetta gevur tykkum møguleikan at verða meiri framfúsin og málrættað undan og á sjálvum tiltakinum við beinleiðis at seta tykkum í samband við tey vitjandi, sum hava teir førleikar, tykkum sóknast eftir.
Harumframt verður tað eisini møguligt bæði at hava JobPrát tann 30. desember í Norðurlandahúsinum umframt talgilt undan ella eftir Jobmatch 2025, í teim førum talan er um vitjandi, ið ikki verða heima í Føroyum á jólum. Á hendan hátt kunnu tit røkka enn fleiri evnaríkum kandidatum.
Nær og hvar Jobmatch 2025 verður týsdagin 30. desember frá kl. 12.00 - 17.00. Uppseting verður mánadagin 29. desember.