Ongi úrslit

Jóannes verður millum teir fyrstu ellivu

KÍ vongverjin roknar møguleikan at vera góðan fyri stigum á heimavølli

Jonhard Hammer
29. sepember 2025 kl. 10:47

Tá ið landsliðið verður úttikið er ofta ein av spælarunum saman við landsliðsvenjaranum. Tað plagar at vera tekin um, at júst hesin spælarin verður roknaður at vera ein av stuðulsspælarunum.

Tá ið FSF fyrrapartin bjóðaði til tíðindafund og Ólavur Mikkelsen og Eyðun Klakstein boðaðu frá, hvørjir spælarar eru úttiknir at vera við á U-21 landsliðnum og A-landsliðnum, sum fyrst í næsta mánað fer at spæla á heimavølli, var tað Jóannes Kalsø Danielsen, sum var á tíðindafundinum.

Tað vil siga, at Eyðun Klakstein ivaleyst ætlar, at KÍ vongverjin verður á vongverjanum í høgru í fyrra dystinum, sum verður ímóti Montenegro. Jóannes hevur higartil í ár kappast við Jann J. Benjaminsen hjá NSÍ um plássið í høgru.

KÍ spælarin er spentur til uppgávurnar, sum eru fyri framman:

-Lagið í hópinum er sera gott, og vit hava avrikað so mikið væl seinastu ferðirnar, at tað er við spenningi, at vit bíða eftir at savnast í næstu viku. Bæði ímóti Montenegro og Kekkia var tað heilt tætt á útivølli, og um vit fáa tann stuðulin frá áskoðarunum, sum vit fingu frá áskoðarunum ímóti Kroatia, so verður tað heilt spennandi, sigur Jóannes K. Danielsen á tíðindafundinum í FSF húsinum.

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

Í gjár kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fer illa við manni sínum

Í gjár kl. 18:12