Ongi úrslit

J&K Petersen tvífaldar ársúrslitið

Stjórin í J&K Petersen vísir á, at vónirnar fyri komandi tíðina eru góðar, tí fleiri spennandi verkætlanir standa í bíleggingarbókini og á ESG-økinum

Sigtór A. Petersen, stjóri, og Anna Kalsø, varastjóri og menningarleiðari
J & K Petersen
3 tímar síðan

Bæði ársroknskapurin og grøni roknskapurin vísa framgongd hjá J&K Petersen í 2025.

Ársúrslitið er meira enn tvífaldað, og fyritøkan leggur stóran dent á umhvørvislig og samfelagslig atlit.

Leiðslan í J&K Petersen legði roknskapin fyri 2025 fram á aðalfundinum í dag. Umframt vanliga ársroknskapin, sum vísir 17,6 milliónir krónur í avlopi fyri skatt, gevur J&K Petersen eisini út sína fyrstu ESG-frágreiðing.

Eginognin hjá samtakinum er í dag 65 milliónir krónur, og eru sostatt bæði úrslitið og eginognin ein váttan uppá solidu støðu felagsins.  

J&K Petersen hevði eitt sera hendingaríkt 2025, har fleiri stórar verkætlanir vórðu lidnar og avhendaðar. – Ein av hesum verkætlanum er nýggi Fámjinstunnilin, sum vit handaðu Landsverki í fjør vár. Tunnilin er enn eitt frambrot í føroyska samferðslukervinum, og vit kunnu øll fegnast um, at Fámjin nú hevur eina trygga og tíðarhóskandi farleið, sigur Sigtór A. Petersen, stjóri í J&K Petersen.

Fyrri parturin av arbeiðinum at betra um eitt nú parkeringsviðurskiftini við Vága Floghavn var avhendaður um ársskiftið. - Saman við Vága Floghavn eru vit við til at betra um framtíðarkarmarnar hjá vinnuni, føroyingum og føroysku ferðavinnuni. Vit eru nú í gongd við seinna partin av hesum stóra planeringsarbeiðinum. Eisini hava vit saman við Floghavnini og HJ Asfalti víðkað um vendipallar og lagt nýtt asfalt á flogbreytina, greiðir Sigtór A. Petersen frá.  

Stjórin í J&K Petersen er errin av, at fyritøkan eisini hevur verið partur av arbeiðinum at gera Messuna, sum er nýggja sjósavnið í Sørvági.  - Serstaki bygningurin verður ein miðdepil fyri søgu og mentan fyri bæði Vágoynna og alt landið. Tað er áhugavert at vera við í slíkum arbeiði, sigur Sigtór A. Petersen.

Stjórin í J&K Petersen vísir á, at vónirnar fyri komandi tíðina eru góðar, tí fleiri spennandi verkætlanir standa í bíleggingarbókini og á ESG-økinum. - Vit ivast ikki í, at vit eisini í komandi tíðum hava eitt trygt og støðugt arbeiðspláss til okkara dugnaliga og fjølbroytta starvsfólkahóp. Harafturat eru vit í holt við fleiri spennandi verkætlanir innan burðardygd, soleiðis at vit støðugt halda fyritøkuni á rættari kós, staðfestir Sigtór A. Petersen, stjóri í J&K Petersen.

Ein ESG-frágreiðing verður ofta nevnd grøni roknskapurin hjá einari fyritøku. Henda fyrsta ESG frágreiðingin hjá J&K Petersen lýsir, hvussu fyritøkan miðvíst og stigvíst leggur alsamt størri dent á nærumhvørvið, har fyritøkan arbeiðir, og umhvørvið sum heild – umframt at J&K Petersen er ein fyritøka, sum vísir samfelagssinni.  

Fyritøkan telist millum elstu entreprenørfyritøkurnar í Føroyum. Umleið 110 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum hevur verið í byggi- og verklagsvinnuni í meira enn hálva øld.  

Umframt Sigtór A. Petersen, stjóra, sita Anna Kalsø, varastjóri og menningarleiðari, og Jákup Mørk, fíggjarleiðari, í leiðslubólkinum.

Christian F. Andreasen er nevndaformaður í J&K Petersen. Hini í nevndini eru Klaus Rasmussen, Ragnhild Petersen og Karl Andrias Petersen. Tey fýra tóku øll við afturvali á aðalfundinum í dag.

 

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

Í gjár kl. 13:15

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46