Ljóð hevur eina ótrúliga megi at stimbra hugflogið og at vekja sterkar kenslur, og júst hetta við at arbeiða við ljóði og geva lutum ljóð er nakað, ið Jens L. Thomsen leingi hevur arbeitt við.
Hann er nokk kendast fyri sína tónleikaverkætlan í ORKA, tá hann og onnur fóru inn í eitt fjós Innan Glyvur, bygdu síni egnu ljóðføri og gjørdu tónleikaútgávuna “Livandi oyða”. Við árunum hevur tónleikaverkætlanin ORKA broytt ljóðmynd, og hevur síðan skapt eitt egið og djarvt elektroniskt ljóð.
Eisini hevur Jens upptikið seismiskar ristingar í hellu, bergi og grótbrotum, fyri at finna útav, hvussu undirgrundin ljóðar, og um ein kundi spæla uppá hana. Hetta bleiv eisini til eitt tónleikaverk.
Nú ynskir Jens L. Thomsen at geva nýggja Eysturoyartunlinum sína egnu rødd, har hann hevur brúkt tunnilin sum sítt amboð.
- Hetta er eitt sindur í tráð við tónleikaverkætlanir við ORKA og Hvussu ljóðar Føroyar, har eg brúki nærumhvørvið sum amboð. Eg havi verið niðri í tunlinum og tikið upp, meðan maskinurnar hava borað, men eg havi eisini verið har, meðan tað hevur verið kvirt, sigur Jens L. Thomsen um sítt nýggja ljóðverk.
Við at brúka tunnilin sum sítt amboð, vónar Jens, at hann kann geva tunlinum eina rødd, har ljóðmyndin skal fylgja bygnaðinum av tunlinum, og har ljósið frá lampunum fer at diktera ferðina á tónleikinum, ið helst skal fylgja ferðini á bilinum, heldur Jens skemtiliga fyri.
- Tað er fyri mær onkursvegna sera hugtakandi at plasera meg inn í eitt umhvørvi, ið vit ikki binda saman við eitt týpiskt ljóðumhvørvi, og síðani geva hesum sína egnu rødd. Hetta er eisini tankin við hesari tunnilsljóðmyndini. Eg veit ikki, um hetta er gjørt áður, men tað er sum Tróndur Patursson sigur tað, tá hann sigur, at hann ynskir at gera tað sjónligt, sum ikki kann síggjast, so ynski eg at gera tað ljóðligt. Tað, ið ikki kann hoyrast, sigur Jens.
Tunnilin fær eina breiða funktión
Við at geva tunlinum sína egnu rødd, so ynskir Jens at geva tunlinum eina meira breiðari funktión og ein annan nýtslumøguleika enn tað, ið tunnilin fyrst og fremst er ætlaður til, sum er at koma frá A til B. Ein funktión lýsir ofta sambandið millum tvey ting. Ofta er tað soleiðis, at tá eitt ting broytist, so broytist eitt annað eisini.
- Meðan koyrt verður í einum tunli, so kunnu tankarnir leita seg higar og hagar. Eisini kunnu tankarnir hugspjaða seg afturvið útvarpstólinum, har til ber at hoyra okkurt upplýsandi tilfar ella eitt nú popp-tónleik. Hetta tónleikaverkið skal gera nakað annað. Tankin er, at hetta tónleikastykkið skal brúkast til at stimbra tínar hugleiðingar. Tað skal brúkast til reflektión, heldur tónleikaúrmælingurin.
Ofta hevur tónleikur ella ein sangur ein fastan máta, har hann er bygdur uppá nakrar fastar forskriftir. Har er ein byrjan, ein endi og harímillum er eitt niðurlag, ið vit hoyra nakrar ferðir, men hesari forskriftini ynskir Jens at bróta frá við tunnilstónleikaverkinum.
- Hetta brýtur frá tí vanligu kósini, sum ein melodiur hevur, so tú fært pláss fyri at gera tær tínar egnu tankar. Á hendan hátt er ætlanin at geva tunlinum sína egnu rødd. Tað er í hvussu er tankin, og so fáa vit at síggja, hvussu fólk taka ímóti tí, sigur Jens brosandi.
Saman við listaverkinum í rundkoyringini hjá Tróndi og teimum broytandi ljóssviðurskiftum, ið arkitektafelagið EYA hevur staðið fyri, er tónleikaverkið hjá Jensi við til at geva tí ferðandi eitt heildarupplivilsi, sum vit ongantíð hava sæð verið gjørt í einum tunli áður.
Tónleikaverkið á egnum radiofrekvensi
Tað var ikki uppruna ætlanin, at Jens L. Thomsen skuldi geva Eysturoyartunnilin sína egnu rødd. Eftir ætlan skuldi eitt ljóðverk gerast til hátiðarhaldið, tá tunnilin letur upp leygardagin, men sum við so nógvum øðrum, so varð hetta eisini avlýst vegna koronu. Men ístaðin fyri at yppa øksl, fór Jens undir at menna eitt tónleikaverk til sjálvan tunnilin, og tað var skjótt, at leiðslan í Eysturoyartunlinum vórðu hugkveiktir av hugskotinum hjá mjólkabóndasoninum úr Støkumørk Innan Glyvur, ið heldur valdi at spræna tað eina tónleikalistaverki fyri og annað eftir, sum tey ferðandi gjøgnum tunnilin nú eisini fáa ágóðan av.
Jens veit ikki heilt, hvussu tað kemur at ganga fyri seg, men tað er NET, ið stendur fyri at veita radiofrekvensir í tunlinum, sum skulu vera har av trygdarávum, men so er meiningin, at tónleikaverkið hjá Jensi eisini skal fáa sín egna radiofrekvens.
- Hvussu og hvar hetta verður upplýst, veit eg snøgt ikki. Tað er ikki loyvt at lýsa við øðrum radiofrekvensum enn trygdarfrekvensin inni í tunlinum, so kanska kemur eitt skelti uttanfyri, ið greiðir frá á hvørjum radiofrekvensi til ber at hoyra ljóðmyndina, ella um tað bara verður eitt tílíkt undirgrundating, ið tey fægstu vita um, tekur Jens speiskliga til.
Hvussu er og ikki , so verður spennandi at hoyra, hvat tunnilin fer at greiða okkum ferðandi frá ella hvat vit ynskja, at hann greiðir okkum frá, tá vit eru gestir hjá honum eina løtu, meðan vit eru, sum bispur plagar at siga tað so væl, ávegis farandi ella komandi, har tað farandi og komandi verður bundið saman av tí verandi.
Dagføring:
Síðani samrøðuna við Jens L. Thomsen, so er greitt, at ljóðmyndin verður at hoyra á FM 97,0.