Ongi úrslit

Jens Henrik Thulesen Dahl tikið seg úr Dansk Folkeparti

Flýggjanin úr Dansk Folkeparti heldur fram, og í dag hevur Jens Henrik Thulesen Dahl, beiggi fyrrverandi formannin, Kristian Thulesen Dahl, tikið seg úr flokkinum

Steinar Patursson
24. juni 2022 kl. 13:54

Fólkatinglimurin Jens Henrik Thulesen Dahl, sum er bróður fyrrverandi formannin í Dansk Folkeparti, Kristian Thulesen Dahl, hevur nú meldað seg úr flokkinum, og sostatt er hann sjeyndi fólkatinglimurin frá Dansk Folkeparti, sum hevur meldað seg úr flokkinum, síðan Morten Messerschmidt bleiv formaður í januar mánaði.

Tað hevur hann váttað fyri TV2 Fyn.

Jens Henrik Thulesen Dahl hevur verið limur í Dansk Folkeparti í 16 ár, og hevur í 11 ár sitið á fólkatingi fyri flokkin, men orsakað av innnahýsis stríði og lekum frá innanhýsis fundum, hevur Thulesen Dahl tikið avgerð um at taka seg úr flokkinum, sigur Jens Henrik Thulesen Dahl við TV2 Fyn.

Samstundis hevur Inger Støjberg sett á stovn nýggjan flokk, Danmarksdemokraterne, og Jens Henrik Thulesen Dahl sigur nú, at hann er áhugaður í at samráðast við Støjberg um at sleppa upp í nýggja flokk hennara.

Tað er ikki greitt, hvørt Inger Støjberg er áhugað í Jens Henrik Thulesen Dahl í flokkinum, men við Avisen Danmark segði Inger Støjberg fyri trimum døgum síðani sambært DR, at beiggin og fyrrverandi formaðurin í Dansk Folkeparti, Kristian Thulesen Dahl, skuldi vera ”hjartaliga vælkomin” í flokkin.

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

Í gjár kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fer illa við manni sínum

Í gjár kl. 18:12