Ongi úrslit

Jeg taki eitt tørn afturat - fyri Suðuroynna, fyri Suðuroyartunnellina og fyri Føroyar!

Bjarni Hammer
10 tímar síðan

Seinasta valskeið hevur verið avbjóðandi, men eisini gott. Tað var tað ikki minst, tí mítt størsta vallyfti, Suðuroyartunnellin, bleiv samtykt.

Sjálvt um man til tíðir bardist einsamallur í storminum, so eydnaðist tað til endans. Tað er eingin loyna, at tað hevur verið kempað hart fyri at fáa málið ígjøgnum.

Jeg havi fingið nógvan ágang fyri hetta, men tá man sær hetta sum avgerandi fyri framtíðina hjá 9% av føroya fólki, so havi jeg staðið við mítt – har hevur eingin ivi verið um tað!

Sigast skal eisini, at jeg havi eisini fingið nógvan stuðul til hetta stríðið og ikki bara úr Suðuroynni. Nógv norðanfjørðs síggja eisini týdningin av at knýta landið saman og tað eri jeg saman við øllum suðringum sera takksamur fyri.

Arbeiðið at projektera er byrjað og vónin um fast samband livir. Vónin um eina bjarta framtíð fyri Suðuroynna livir enn!

Tað er eingin loyna, at Suðuroyggin og heimstaður mín eru mer sera kær. Tað er her rótin rann og mítt aðalmál er at fáa oynna javnsetta við restina av Føroya landi.

Og veljarir vita akkurát, hvat teir fáa, um teir atkvøða fyri Bjarna Hammer! Teir fáa tann SAMA mannin, sum áhaldandi berjist fyri oynni! Sum berjist fyri øllum sum verjir og mennir Suðuroynna. Tað er líka mikið hvussu stór forðingin er ella hvussu stór mótstøðan er, so vil jeg framhaldandi stríðast fyri framburði í oynni. ONGIN ivi skal vera um tað! Aðalmálið er tað sama.

Suðuroyartunnellin kemur ikki ígjøgnum, uttan okur velja fólk, ið vilja Suðuroynna sum ein javnbjóðis part av Føroyum. Hetta kemur eins og hinir undirsjóvartunnlarnir prógva - at lyfta alt Føroyaland.

Tykur vita, at mín partur fer ikki at liggja eftir – jeg havi víst tað í verki higartil og jeg vil vera við seinasta teinin, inntil slagið er vunnið, inntil málið er rokkið og Suðuroyggin er javnsett við restina av Føroyum.

Setið kross við C og Bjarna Hammer

Setið kross við Suðuroyartunnellina. Nú skal borast!

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45