Tað er neyvan ov nógv sagt, at føroyska kvinnulandsliðið fríggjakvøldið hevði uppiborið meir enn bara tað eina stigið í UEFA Nations League dystinum á Zimbru Stadion í Chisinau í Moldova.
Frá fyrsta bríksli sótu okkara kvinnur á tí allar mesta av spælinum, og í tráð við leikgongdina legði Ásla Johannesen Føroyar á odda, tá 24 minuttir vóru spældir.
Men meira enn tað fingu vit ikki, og í staðin javnaði Moldova stutt fyri hálvleik. Málskjútti var Iuliana Colnic.
Eftir steðgin helt føroyska liðið fram við ágangandi spælinum, og onkuntíð var um reppið at úrtøku spurdist burtur úr. Men bólturin vildi ikki inn, og so endaði kvinnulandsdysturin millum Moldova og Føroyar 1-1.
Við javnleikinum koma Føroyar upp á 10 stig, og er tað tað mesta, ið kvinnnulandsliðið hevur fingið í nakrari UEFA kapping. Samstundis hevur føroyska liðið tryggjað sær 2. plássið í bólkinum.
Men javnleikurin hevur samstundis við sær, at tað verður torført at enda millum tveir teir bestu 2-ararnar av seks møguligum, og harvið vinna seg víðari í kappingini.
Í roknskapinum millum 2-ararnar telja stigini ímóti nummar 1 og 3 í bólkinum, og har hava Føroyar 4 stig, meðan Kosovo og Kýpros hava 6 stig hvør.
Slovakia, sum fríggjadagin vann heili 11-0 á Gibraltar, og sum vitjar á Tórsvølli komandi týskvøld, er fremst í bólkinum við 15 stigum. Føroyar hava 10 stig, Moldova 4, og aftast í bólkinum er Gibraltar við ongum stigi.
Bæði Sólja Ernstsdóttir úr KÍ og Brá Zakarisardóttir úr B36 vórðu í Moldova fyri fyrstu ferð skiftar inn á føroyska liðið.
Moldova – Føroyar 1-1 (1-1)
Nations League Deild C Bólkur 1
Fríggjadagin 30. mai á Zimbru stadion í Chisinau í Moldova
0-1: Ásla Johannesen 23.
1-1: Iuliana Colnic 37.
Dómarakvartett úr Serbia: Jelena Medjedovic, Aleksandra Kostic, Andrea Milosevic og Jasmina Mickoska (4. dómari)
Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen – Julia Naomi Mortensen (Jancy Mohr, 88.), Birita Ryan, Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen – Sunniva Willemoes (Sólja Ernstsdóttir, 60.), Sanna Svarvadal (Brá Zakariasardóttir, 83.) – Sara Lamhauge, Ásla Johannesen, Jensa Tórolvsdóttir (Fridrikka Clementsen, 60.) – Heidi Sevdal (Anna Brændstrup, 88.)
Á beinknum uttan at vera skiftar inn: Gunnvá Lützen, Malena Olsen, Teresa Jacobsen
Venjari: Pætur Clementsen
Hjálparvenjari: Jacoba Langgaard