Ongi úrslit

Javnbjóðis møguleikar og javnbjóðis atgongd

Súsanna Bertholdsen, valevni Javnaðarfloksins
2 tímar síðan

Meðan vit bíða eftir føstum sambandi til meginøkið, so hava vit eina aðra leið, sum ikki verður gagnnýtt í tann mun tað ber til; nevniliga talgildar loysnir.

Tað eru nógv størv, sum ikki krevja, at arbeiðstakarin er fysiskt tilstaðar á arbeiðsplássinum, men kann sita við eitt skrivaraborð í Fugloy ella í Sumba og loysa arbeiðsuppgávurnar. 

Hesin møguleikin eigur at verða partur av øllum almennum starvslýsingum framyvir, tá viðkomandi størv verða lýst leys.

Tað sama er galdandi við útbúgvingarmøguleikum, eftirútbúgving, skeiðum og førleikamennandi fyrilestrum av ymiskum slag; tað er ein sjálvfylgja, at talgildar loysnir skulu raðfestast, so útjaðarin hevur møguleika at luttaka á jøvnum fóti við aðrar føroyingar.

Fjarundirvísing og fjarlestur á Fróðskaparsetri Føroya skal raðfestast, soleiðis at atkoman til útbúgving og eftirútbúgving er so góð og fleksibul sum gjørligt, so suðuroyingar og øll onnur, sum hava brúk fyri frælsi at skipa sín gerandisdag, fáa tann sjálvsagda møguleikan, júst sum Heilsuskúli Føroya hevur gjørt í fleiri ár fyri sínar næmningar.

Um vit veruliga skulu hava javnbjóðis møguleikar í Føroyum, so er talgilda undirstøðukervið loysnin, so vit kunnu gera gerandisdagin lættari, útbúgvingarmøguleikar lættari atkomuligir og arbeiða fyri enn fleiri talgildum loysnum á heilsu- og vælferðarøkinum, har tað er gjørligt.

Í Javnaðarflokkinum vilja vit:

  • Menna talgilda infrakervið, so øll hava gott netsamband, og fólk kunnu arbeiða, útbúgva seg, eftirútbúgva seg, førleikamenna seg og brúka vælferðartænastur kring alt landið – eisini heimanífrá.

Øll skulu við.

X við Súsonnu Bertholdsen, valevni Javnaðarfloksins til løgtingsvalið.





Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

Í gjár kl. 08:13

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

19. mars kl. 16:04