Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, fegnast um, at játtanin til Tjóðpall Føroya verður raðfest á fíggjarlógini fyri 2026. Við hesi hækking verður grundarlagið styrkt, soleiðis at vit í enn størri mun fara at síggja stór palllistalig verk á føroyskum máli.
Á fíggjarlógini fyri komandi ár stendur:
"Fyri at stuðla palllistini í Føroyum, er játtanin, umframt lønarframskriving, hækkað við 1,5 mió. kr. í 2026. Hækkingin skal stuðla undir professionalisering av fyrisitingini, workshops og mentorprogramm fyri at fáa fleiri føroysk verk.”
Landsstýrismaðurin sigur, at hetta er ein íløga í menningina av føroysku palllistini:
- Ein sterk palllist er ein spegilsmynd av samfelagnum – hon gevur okkum rúm til reflektión, samfelagskritikk, og hon savnar okkum. Leikskráin hjá Tjóðpallinum fyri komandi leikár, sum bleiv løgd fram fyri fáum vikum síðani, vísir, at framtíðin hjá Tjóðpallinum er bjørt.
Nýggi stjórin á Tjóðpalli Føroya, Harald Thompson Rosenstrøm, legði í sambandi við sesongbyrjan fram eina greiða visión:
- Tjóðpallur Føroya – eitt livandi leikhús, ið bjóðar viðkomandi palllist á høgum altjóða støði.
Við kjarnuvirðum sum opinleika, dygd, virðing, menning og dirvi, arbeiðir Tjóðpallurin fram ímóti at skapa eitt enn sterkari palllistaligt umhvørvi.
Landsstýrismaðurin leggur afturat, at nýggja hækkaða játtanin skal eisini gera tað møguligt at stimbra áhugan hjá ungum fyri palllist og at menna palllistina kring alt landið:
- Tjóðpallur Føroya skal ikki bert vera fyri høvuðsstaðin - men fyri alt landið! Palllistin eigur at vera fyri øll – hon er týdningarmikil, tí hon savnar okkum sum samfelag. Hon fær okkum til at reflektera og bjóðar okkum av. Eisini er hon eitt týdningarmikið amboð fyri skrivi- og talu- og framsøgufrælsið, sum er ein hornasteinur í einum vælvirkandi fólkaræði, sigur landsstýrismaðurin.
Við hækkaðu játtanini, og greiðum ætlanum fyri framtíðina, er grundarlag fyri, at Tjóðpallur Føroya kann mennast sum eitt livandi mentanarhús. Eisini verður samskift við Tórshavnar kommunu um at umvæla verandi bygning, har Tjóðpallurin húsast, meðan kommunan arbeiðir við málinum um endaliga staðseting av nýggja tjóðleikhúsinum.