Ongi úrslit

Jarðhitaborifeløg leggja saman í eitt felag

Endamálið er ein meira stabil og framtíðartryggjað veiting

Fríðmundur Nattestad
21. juni 2024 kl. 09:54

Tvey av teimum stóru jarðhitaborifeløgunum - Jarðhiti og Bora - leggja í næstum saman í eitt felag. Endamálið er ein meira stabil og framtíðartryggjað veiting.

Hesum boða feløgini bæði frá í tíðindaskrivi í morgun.

Feløgini Jarðhiti og Bora virka sum undirveitarar hjá teimum, sum selja jarðhitaloysnir. Uppgávan hjá hesum feløgunum er at bora sjálvt jarðhitaholið, sum kann sigast at vera tann mest sentrali parturin av einari jarðhitaloysn. Við samanleggingini fáast nakrir stórrakstrarfyrimunir, so nýggja felagið enn betur kann vera eitt framtíðar grundarlag undir grønum orkuloysnum í Føroyum.
 
Jarðhiti snýr seg heilt einfalt um, at ein væta verður pumpað – ígjøgnum eitt borað hol – niður í undirgrundina, har tað verður hitað nakað. Hitamunurin niðri í jørðini er tó nóg stórur, at vætan gerst fleiri stig heitari, og harvið skal munandi minni orka til at røkka nýtsluhita til td. radiatorar og heittvatnskranar. Eitt jarðhitahol er millum 150 og 400 metrar djúpt.
 
Bora og Jarðhiti hava borað fleiri enn 2000 jarðhitahol til samans, og harvið verið við til at minkað CO2-útlátið frá føroyskum húsarhaldum munandi. Eisini eru boð eftir feløgunum; tá ið kjarnu- og royndarboringar verða gjørdar, eitt nú í sambandi við tunnilsarbeiði.
 
Nýggja felagið, fer at hava adressu á Akranesgøtu í Havn og á Faktorsvegnum í Klaksvík við Ørvi Heinesen, sum stjóra.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

Í gjár kl. 23:57

STRIKA GJALDIĐ Á TÓM HÚS

9. mars kl. 19:42

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36