Ongi úrslit

Jann Johannesen stillar upp fyri Miðflokkin

Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Eg eiti Jann Johannesen, eri 60-ára gamal, úr Kaldbak, og giftur Erlinu, Vit eiga fýra børn og átta barnabørn.

Eg havi valt at stilla upp til løgtingsvalið. Míni hjartamál eru, at tað skal verða gott hjá okkum øllum at búgva í Føroyum.

Støk og stakir uppihaldarar og lesandi skulu hava atgongd til bíligar bústaðir. Bústaðir skal ikki byggja íbúðir, sum kosta 10.-12.000 kr. um mánaðin at leiga. Føroyafrádráttur fyri lesandi skal eisini verða galdandi fyri lesandi i Føroyum. Meðan lesandi í Danmark kunnu vinna 85.700 kr., er ikki tað sama galdandi fyri tey lesandi í Føroyum. Her gjalda tey skatt sum øll onnur, samstundis sum tey heldur ikki fáa býlingsstuðul.

Samstundis sum vit taka ímóti nógvari útlenskari arbeiðsmegi, eru tað tey, sum ikki hava lætt við at sleppa á arbeiðsmarknaðin. Tað eru tey við skerdum førleikum; tey eru “strandaði í systeminum”, eru ein sak hjá málsviðgerðarum. Ein smidligari skipan skal gerast fyri tey.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Danskur ráðharri: Sjúrður er a pain in the a**

1. mars kl. 16:41