Jan Ó. Ellingsgaard: Harmur um støðuna sum er íkomin

Liðformaðurin hjá ÍF heldur, at tað tænir ikki felagnum, at ting verða tikin upp alment

Sigurjón Einarsson
5. oktober 2020 kl. 12:24

Tað vóru mong, ið gjørdust rættiliga skøkk, tá tað frættist, at bæði liðformaðurin hjá ÍF, Jan Ó. Ellingsgaard og Filip Djordjevic ikki vóru við í dystinum móti TB vegna eina illstøðu millum leikararnar báðar til venjiing.

Við in.fo leygardagin hevði annar venjarin, Hans Jørgen Djurhuss, hesa stuttu viðmerking um støðuna: 

- Eg kann ikki brúka spælarar, sum halda seg vera størri enn venjarin og felagið. Tí vóru teir ikki við í dag (leygardagin, red.).

Tænir ikki felagnum at fara út alment

ÍF-liðformaðurin harmast íkomnu støðuna og heldur, at tað ikki tænir felagnum, at tingini verða tikin upp alment. Við Dimmalætting hevur hann hesa viðmerking til útsagnina leygardagin:

- Eg ætlaði ikki at fara alment út við nøkrum, men eg eri sera harmur um viðmerkingina, sum venjarin kom alment út við. Eg eri eisini harmur um støðuna, sum er íkomin. Tey sum kenna meg vita betri enn hetta.

- Eg haldi ikki, at tað tænir felagnum, at tingini verða tikin upp alment. Felagið hevur stóran undanvind í løtuni, har pílarnir peika rætta vegin, sigur Jan Ó. Ellingsgaard.

Báðir eru enn partur av hópinum

Í stuttari viðmerking til Dimmalætting, sigur annar ÍF-venjarin, Hans Jørgen Djurhuus, at hann enn sær Jan Ó. Ellingsgaard og Filip Djordjevic sum part av hópinum. Venjarin heldur, at málið er blást upp í miðlunum.

- Vit fara at hava ein fund um støðuna í morgin, og so kunnu vit leggja hetta aftur um okkum og hyggja frameftir, sigur Hans Jørgen Djurhuus.

Jan Ólavsson Ellingsgaard hevur sáttmála við ÍF til og 2022, meðan Filip Djordjevic hevur sáttmála við ÍF fyri 2020 og 2021.