Fyrr í dag skrivaði iNyheter, at Thorbjørn Jagland varð innlagdur eftir eina sjálvmorðsroynd.
Hetta gjørdu tey út frá keldum, ikki minst eftir at hava tosað við Anders Brosveet, sum er advokatur hjá Jaglandi.
Tá segði advokaturin hjá Jagland, at talan var um eina sjálvmorðsroynd, men nú sigur hann, at Jagland bert var innlagdur, tí hann er í sjálvmorðsvanda.
Thorbjørn Jagland hevur áður verið norskur forsætisráðharri, aðalskrivari í Evroparáðnum og formaður í Nobelnevndini.
Orsøkin til at hann er í sjálvmorðsvanda, er tí at hann millum annað er avsløraður í mutri, eftir at seinastu Epstein-skjøluni sóu dagsins ljós.
Eisini skrivar hann í einum telduposti, dagfest 25. mai 2012 til kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein:
-Eg havi verið í Tirana (Albania) óvanliga penar gentur. Fari til Jordan, Palestina og Ísrael. Verið aftur hósdagin.
Eina aðru ferð skrivar hann til Epstein, at hann vildi flyta út á hansara oyggj um Trump vann valgið.
Jagland hevur annars áður sagt, at sambandið við Epstein bert var partur av vanligum diplomatiskum virksemi.