Borgarstjórin í Avannaata kommunu, Lars Erik Gabrielsen, er ikki ímóti einum amerikanskum sjúkrahússkipi í Grønlandi. Tvørturímóti.
Hann heldur, at ein skal góðtaka alla ta hjálp, ein kann fáa, tí grønlendska heilsuverkið hevur, sambært honum, massivar avbjóðingar. Tað sigur hann í einum videobroti, sum er lagt út á Tiktok.
- Vit hava borgarar, sum missa lívið, tí teir koma ov seint í viðgerð. At fáa krabbameinsdiagnosu her er næstan ein deyðadómur, greiðir hann frá fyri TV 2.
Grønlendski Trump-stuðul Jørgen Boassen sigur við TV 2, at eisini hann er positivur um hugskotið um eitt amerikanskt sjúkrahússkip í Grønlandi.
- Okkara heilsuverk viknar, og tað er ein deyðadómur at gerast sjúkur í Grønlandi, sigur Jørgen Boassen.
Var tað ikki fyri Trump, høvdu danir ikki hugsað um Grønland..
Vit hava einki at siga í egnum landi, og okkara stjórn er stýrd av Mette Frederiksen, sigur Boassen.