Hvussu skapar tú eitt gott fyrsta inntrykk – og hvussu tryggjar tú, at sølan endar væl. Á hesum kvøldi fært tú amboð og íblástur til, hvussu tú kanst skipa og styrkja títt søluarbeiði, so tú lættari røkkur málini. Harumframt fært tú íblástur og ítøkiligan kunnleika um alla sølugongdina, frá fyrsta sambandi til endaliga sølu. Antin tú søkir nýggjar kundar ella røktar tey sambond, tú longu hevur.
Fyrilesturin verður hildin av Greg Worley, søluleiðari hjá Nemlia, sum hevur drúgvar altjóða royndir innan sølu. Fyrilesturin verður á enskum.
Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug.
Tilmelding fer fram við at senda teldupost til: [email protected]