Ongi úrslit

Ísrael vil ikki hava turkar í Gaza

Trump-stjórnin hevur útilokað at senda amerikanskar herdeildir til Gazageiran

Ísraelski uttanríkisráðharrin Gideon Sa'ar
Jóhanna Højgaard
27. oktober kl. 22:00

Ísrael fer ikki at góðtaka, at turkiskar herdeildir eru til staðar í Gazageiranum sum ein liður í amerikansku friðarætlanini fyri enklavuna.

Tað segði ísraelski uttanríkisráðharrin, Gideon Sa'ar, mánadagin, sambært tíðindastovuni Reuters.

- Turkaland við Erdogan á odda hevur tikið eina fíggindaliga tilgongd móti Ísrael, sigur Sa'ar.

So tað er ikki rættvíst ímóti okkum at loyva teirra vápnaðu herdeildum at koma inn í Gazageiran, tað vilja vit ikki taka undir við. Og tað hava vit sagt við okkara amerikansku vinir, leggur hann afturat.

Trump-stjórnin hevur útilokað at senda amerikanskar herdeildir til Gazageiran, men hevur tosað um eina altjóða herdeild við Indonesia, Sameindu Arabisku Emiratini, Egyptaland, Katar, Turkaland og Aserbadjan, fyri at tryggja vápnahvíldina.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Minningarorð: Kristina 1961-2025

Í gjár kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02