"Ísrael umboðar ikki allar jødar" er heitið á einum tiltaki sum verður hildið í sambandi við áhaldandi ófrið, hørðum kjaki í Føroyum og aðrastaðni, umframt politiskum spenningum í Miðeystri.
Umboðar Ísrael allar jødar? Er spurningurin sum tá verður settur sjóneyka á hettar kvøldið.
Fyriskipararnir skriva á teirra Facebook-vanga
"Endamálið er at varpa ljós á munin millum jødadóm sum trúgv og politisku støðuna hjá ísraelsku stjórnini. Fleiri jødar hava ymisk politisk sjónarmið í mun til Ísrael, og tað er ikki ein sjálvfylgja, at jødisk trúgv og politisk støða til Ísrael eru tað sama.
Tað verður eisini lagt fram, hvussu kritikur av ísraelska statinum ikki er tað sama sum antisemitisma.
Fyriskipararnir, Samhugi við Palestina, skrivar á Facebook-vangan hjá Tórsgøta
”Jødar Fyri Rættvísum Friði (JFRF)” – ein danskur felagsskapur við jødum, sum arbeiða fyri eina friðarloysn í Ísrael/Palestina grundað á altjóða lóg og mannarættindi. Felagsskapurin tekur frástøðu frá zionismu og virkar fyri somu rættindi og virðing fyri bæði palestinar og jødar. Les meir um felagskapin á https://www.jfrf.dk/
- Ethan Nowack (tey/teirra): tónleikari, granskari og limur í JFRF. Ethan hevur familju- og felagsskapssiðvenju í jødiskari radikalismu og antizionismu, og hevur í mong ár verið virkin í palestina-samhugarørslum bæði í Keypmannahavn og Seattle.
- Gleði Kummer (hon/tey): limur í JFRF og praktiserandi religiøs jødi. Gleði hevur í fleiri ár verið virkin í progressivu synagoguni í Keypmannahavn og seinni sum partur av arbeiðinum hjá JFRF.
Ethan og Gleði fara at hava eina framløgu. Aftaná verður møguleiki fyri spurningum og kjaki.
Moderator: Sigri M. Gaini, PhD í politiskari filosofi
Kom í Auluna í Finsen og hoyr Jødar Fyri Rættvísum Friði greiða frá, hvussu vit kunnu skilja millum trúgv og politikk.
Stað: Aulan í Finsen Sunnudagin 21. septembur kl. 19:00
Framløga + kjak