Ongi úrslit

Ísrael skal útilokast, halda tveir fyrrverandi luttakarar

Tað er eitt fólkadráp, sum vit hava verið vitni til í skjótt tvey ár nú.

© /Ritzau Scanpix/Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix
Jóhanna Højgaard
6 tímar síðan

Nú blanda fyrrverandi Eurovision-luttakarar seg í diskussiónuni um boykottið av Eurovision næsta ár.

Tveir danskir ​​Eurovision-vinnarar siga nú greitt, at Ísrael skal útilokast frá altjóða sangkappingini.

-Tað er naivt at halda, at Eurovision er eitt ópolitiskt tiltak, sigur Emmelie de Forest.

- Eg vóni veruliga, at DR fer at vísa eins og hini londini, sum hava givið signal um, at tey ikki fara at luttaka, um Ísrael luttekur í 2026.

Eg vóni, at Danmark ger tað sama og verður á røttu síðu av søguni, sigur Emmelie de Forest, sum vann Eurovision í 2013 við sanginum 'Only Teardrops'.

- Tað eru ikki bara nakrar fáar ósemjur. Tað er eitt fólkadráp, sum vit hava verið vitni til í skjótt tvey ár nú, sigur hon.

Somu meining hevur Jørgen Olsen úr Brødrene Olsen, sum vann fyri Danmark í 2000 við ‘Fly on the Wings of love' ella sum hann eitur á donskum, 'Smuk som et stjerneskud'.

- Eg haldi, at Ísrael skal blakast út. Eurovision skal ikki oyðileggjast, sigur hann við 'P1 Morgen'.

Hetta við boykotti

Danmark vil ikki boykotta

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Minningarorð: Kristina 1961-2025

Í gjár kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19