Ongi úrslit

Ísrael hevur gjørt avtalu við ES

Hettar verður alt sett í verk komandi dagarnar

© Gem / Adobe Stock
Jóhanna Højgaard
11. juli kl. 18:30

ES hevur gjørt avtalu við Ísrael um at betra um atgongdina til neyðhjálp í Gasageiranum.

Tað segði uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Kaja Kallas, sambært tíðindastovuni Reuters í gjár.

Kaja Kallas legði afturat, at tiltøkini fevna um eina munandi øking í dagliga talinum av lastbilum. Bæði lastbilar við mati og við øðrum vørum, sum koma inn í Gasa-geiran.

Tiltøkini fevna samstundis um at lata upp fleiri markaleiðir og neyðhjálparleiðir til Gasa.

Hettar verður alt sett í verk komandi dagarnar:

- Við teirri felags fatan, at hjálpin í stóran mun skal berast beinleiðis til fólkið, og at stig framhaldandi verða tikin til, at hjálpin ikki verður beind til Hamas, stendur í tíðindaskrivi hósdagin frá Kallas.

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

Í gjár kl. 08:56

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Tað ger góðan mun at Smyril hevur fingið síðuskrúvur

Í gjár kl. 10:04