Ongi úrslit

Íslendingur fer at venja NSÍ

Fyrrverandi venjari hjá íslendska kvinnulandsliðnum er nýggur venjari hjá NSÍ

Jonhard Hammer
1. desember 2025 kl. 21:28

Tað er tíðindafundur í NSÍ hølunum, og har er kunngjørt, at nýggjur NSÍ venjari er Sigurdur Ragnar Eyjólfsson. Hann er 52 ára gamal íslendingur, sum í síni tíð var álopsspælari, og sum í 2021 var venjari í Keflavík.

Í fyrstu atløgu er talan um sáttmála, sum er galdandi fyri 2026.

Talan er um royndan venjara við UEFA pro-útbúgving. Hann hevur verið venjari hjá ÍBV í 2014 og Keflavík frá 2021 til 2023 í bestu íslendsku deildini, og so hevur hann verið hjálparvenjari í Lillestrøm í 2015-16. Eisini hevur hann verið nógv venjari hjá íslendska og kinesiska kvinnulandsliðunum.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41