Ongi úrslit

Irena Olsen 20 ára starvsdag

Nes Kommuna
16. desember kl. 17:37

Í dag varð Irena Olsen, Nes, vaskifólk í Tofta skúla, heiðrað fyri síni 20 ár í starvi hjá Nes kommunu.

Irena Olsen byrjaði sum dagrøktari hjá kommununi, og har arbeiddi hon í tvey ár. Seinastu átjan árini hevur hon verið partur av vaskitoyminum í Tofta skúla.

Í kaffisteðginum seinnapartin nýtti Súni í Hjøllum, borgarstjóri, høvi at ynskja Irenu Olsen hjartaliga tillukku við starvsdegnum og at takka henni fyri trúgva og drúgva tænastu.

Borgarstjórin legði dent á, at kommunan virðismetir nógv tað nærlagni og stóra arbeiði, sum vaskifólkini millum ár og dag hava gjørt til tess at halda skúlan so reinan og ruddiligan.

Vegna Nes kommunu handaði borgarstjórin Irenu Olsen eina gávu og blómutyssi og takkaði fyri sera gott samstarv.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17