Ongi úrslit

Iran sigur at teir ætlaðu ikki at raka sjúkrahúsið

Ófriðurin millum tjóðirnar, heldur í dag fram á sjeynda degi.

© AP Photo/Leo Corre
Jóhanna Højgaard
19. juni kl. 20:07

Sjúkrahúsið Soroka, í ísraelska býnum Beersheba bleiv rakt, tá Iran skeyt fleiri rakettir móti landinum í morgum.

Iran sigur at meiningin var at raka eitt hernaðarligt stað nær við, men ikki sjálvt sjukrahúsið.

Men eftir at hava vitjað sjúkrahúsið í dag, segði ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz við tíðindafólk

-Ovasti leiðarin í Iran kann ikki longur sleppa at vera til.

Ayatollah Ali Khamenei vísur opinlýst, at hann vil hava Ísrael oyðilagt - hann gevur persónliga boð um at bumba sjúkrahús, helt hann fram.

Samstundis sigur ísraelski herurin IDF, at hann hevur rættað seg móti kjarnorkuverkum í Iran, eitt nú óvirkna tungvatnsreaktorinum Arak og Natanz-verkinum.

IDF sigur eisini, at pástandir, sum iranskir ​​miðlar spreiðu um, at Soroka sjúkrahúsið verður brúkt sum hernaðarligt virki, er lygn.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur at

-Ísrael fer at krevja fullan prís fyri hettar álopið frá tyrannunum í Teheran.

Ófriðurin millum tjóðirnar, heldur í dag fram á sjeynda degi.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

Í gjár kl. 07:44

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44