Iran sensureraði fótbóltsdyst fleiri enn 100 ferðir

Dysturin millum Tottenham og Manchester Utd. hevði kvinnuligan linjuverja, og tí gjørdu iranar av at sensurera, hvørja ferð linjuverjin skuldi vera á skíggjanum

Steinar Patursson
15. apríl 2021 kl. 17:29

Um okkara leiðir er ikki longur so óvanligt at síggja kvinnuligur dómarar og linjudómarar til fótbóltsdystir.

Hóast vit vestanfyri gerast alsamt meira von við hetta, hevur prestastýrið í Iran sett sær fyri, at hetta er nakað, ið iranska fólkið ikki skal útsetast fyri.

Tað varð tí neyðugt hjá framleiðaranum hjá iransku rættindaeigarunum at fremja sensur fleiri enn 100 ferðir í uppgerðini millum Tottenham og Manchester United í Premier League sunnudagin.

Orsøkin var, Sian Massey-Ellis var linjudómari til dystin, og hvørja ferð upptøkutólini vóru rættað móti Sian Massey-Ellis, mátti hetta takast burtur úr sjónvarpingini í Iran.

Síðan islamsku kollveltingina í 1979 hevur verið álagt konufólki at vera fjaldar um høvdið, og somuleiðis ber heldur ikki til at vísa ber knø ella berar armar.

Tá hyggjarar aðrastaðni sóu Sian Massey-Ellis á skíggjanum, sóu tey í Iran ístaðin fyri eina mynd av økinum, har Tottenham Hotspur Staduim liggur, skriva fleiri útlendskir miðlar, teirra millum DR.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at evropeiskur fótbóltur hevur merkt sviðan av strangu sensurleiðreglunum í Iran. Í 2018 varð búmerkið hjá fótbóltsfelagnum Roma sensurerað, tí á búmerkinum eru tveir úlvaungar, Romulus og Remus, ið boppa mammuna.

Vørturnar hjá úlvinum vórðu eftir øllum at døma ov nógv fyri iransku sensurarnar, og tær máttu kámast.