Ongi úrslit

Iran vil ikki góðtaka tað

Jóhanna Højgaard
6 tímar síðan

Kollveltingarverjan í Iran segði leygarkvøldið, sambært iranskum miðlum, at ein og hvør roynd hjá hernaðarskipum at fara gjøgnum Hormuz-sundið verður móttikin við einum sterkum svari frá Iran.

Bert skip, sum ikki eru hernaðarlig, hava loyvi at sigla gjøgnum Hormuz-sundið, skriva teir.

Viðmerkingin kemur eftir at ovasta kommandostøðin hjá amerikanska herinum, CENTCOMS boðaði frá at tvey amerikansk sjóverjuskip vóru á veg gjøgnum Hormuz-sundið.

Hettar sum liður í einari ætlan  at beina burtur minur í sundinum.

Iran hevur í kvøld avvíst, at Hormuz-sundið er opið fyri skipaferðslu, og landið hevur hótt við at leypa á amerikansk sjóverjuskip innan 30 minuttir, um tey fara ígjøgnum sundið.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

5. apríl kl. 09:39

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Eitt heilt samfelag fer at doyggja í nátt

7. apríl kl. 15:46

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15