Iran hevur fingið eitt friðaruppskot um at seta í gongd eina vápnahvíld umgangandi. Iran vil tó ikki lata seg trýsta til at góðtaka freistir, ella at taka nakrar avgerðir.
Iran letur letur heldur ikki Hormuz-sundið upp í býti fyri eina fyribils vápnahvíld, segði ein iranskur embætismaður við Reuters í morgum.
Fráboðanin úr Iran kemur, eftir at miðilin Axios, við at vísa á dulnevndar keldur, boðaði frá, at samráðst var um vápnahvíld í 45 dagar, og síðani skuldi samráðast um varandi enda á krígnum.