Iranskar rakettir hava rakt ymisk støð kring Ísrael, har minst trý fólk eru dripin og fleiri eru særd. Hettar eru hevndarálop fyri áhaldandi ísraelsk álop á Iran.
Iran sigur, at Ísrael, undir teirra álopum á býir, hernaðarstøðir og kjarnorkuverk, hava dripið í minsta lagi 78 fólk, teirra millum eru kvinnur og børn. Og fleiri enn 320 onnur eru særd.