Ongi úrslit

Inventar Tænastan hevur skift eigarar

Sandavágs Timburhandil hevur keypt meirilutan av partapeninginum í smápartafelagnum Inventar Tænastan, sum Jørgen Petersen hevur átt seinastu 26 árini. Starvsfólkini í felagnum eiga restina av partapeninginum

Sveinur Tróndarson
16. november 2020 kl. 07:50

- Tað er rætt, at vit hava keypt meirilutan av partapeninginum í felagnum.

Tað sigur Albert Ari Thomassen, stjóri í Sandavágs Timburhandli, tá Dimmalætting ringir fyri at vátta leysasøgurnar um, at Inventar Tænastan hevur skift eigarar.

- Vit yvirtóku 1. oktober, so síðan tá hava vit átt meirilutan í fyritøkuni, leggur Albert Ari Thomassen afturat.

Fram til yvirtøkuna var tað Jørgen Petersen, sum átti Inventar Tænastuna, men hann er farin um pensjónsaldur og vildi tí fegin sleppa burturúr. Ikki soleiðis beinanvegin, tí hann er framvegis stjóri, men har skal setast ein nýggjur stjóri í fyritøkuni áðrenn langt umlíður, og so takkar Jørgen Petersen fyri seg.

Men hví keypir Sandavágs Timburhandil hesa fyritøkuna, sum selur skrivstovumøblar og skrivstovuinnbúgv og annað mangt?

- Vit halda at hon passar væl saman við okkarar virksemi. Vit selja tilfar til byggiverkætlanir, og í nógvum teirra er eisini brúk fyri innbúgvi og møblum, og nú kunnu vit gera alt um eina leið, tá vit til dømis geva tilboð, sigur Albert Ari Thomassen.

Sum nevnt hevur Sandavágs Timburhandil keypt 51 prosent av partapeninginum, og tað merkir, at felagið eigur meirilutan, og so eiga starvsfólkini restina. Tað er rætti mátin at gera tað uppá, heldur Albert Ari Thomassen.

- Vit liggja í Sandavági, og eru tí eitt sindur langt frá skrivstovuni í Havn. Tí hildu vit tað vera rætt at fáa starvsfólkini við, so vit eru felags um hetta, sigur hann.

Hann er sera fegin um, at starvsfólkini vóru áhugað at vera við í keypinum.

- Vit hava gott fólk í fyritøkuni, og tað hevur nógv at siga fyri okkum at halda fast við tey, sigur Albert Ari Thomassen.

Sjálvt um fyritøkan hevur skift eigarar, so merkist tað ikki í gerandisdegnum. Ikki enn í hvussu er. Jørgen Petersen heldur sum nevnt fram sum stjóri eina tíð enn meðan nýggju eigararnir fáa stundir at finna rætta persónin.

- Tað hevur eisini týdning fyri okkum at fáa eina lagaliga yvirgongd frá hinum eigaranum til okkum, og tað er ein orsøk til, at Jørgen fyribils heldur fram sum stjóri. So kunnu vit fáa broytingina upp á pláss í friði og náðum, sigur stjórin í Sandavágs Timburhandli.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

30. juni kl. 07:44

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Ógvusligt ferðsluóhapp - leita eftir tveimum bilførarum

Í gjár kl. 07:46

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Skapa ótryggleika í Steinatúni í Havn

1. juli kl. 07:45