Ongi úrslit

Internet Explorer kann ikki brúkast longur

Microsoft og Dátueftirlitið mæla frá, at tú nýtir Internet Explorer sum browsara, tí tað kann vera vandamikið

Sigurjón Einarsson
23. sepember 2020 kl. 15:40

Um tú nýtir Internet Explorer og hevur vitjað eitt nú www.dimma.fo, so sært tú, at myndir og tekstur hava hug at skrambla saman.

Nú eru fimm ár gingin, síðani Microsoft tók lívið av Internet Explorer og ikki ger nógv við at viðlíkahalda kagan. Edge er komin ístaðin fyri.

Meðan nógv eru farin at brúka kagar, sum eitt nú Google Chrome, Firefox og Edge, so eru tað enn summi, ið halda seg til Explorer.

Explorer er vandamikið og ótrygt

Internet Explorer kann ikki longur kallast ein browsari, sambært altjóða stjóranum fyri teldutrygd hjá Microsoft, Chris Jackson. Tað kann rætt og slætt vera vandamikið at nýta Internet Explorer í 2020.

- Vit kunnu ikki longur standa inn fyri Explorer. Vit liva ikki longur upp til aðalkrøvini við hesum kaganum, og hóast nógvar heimasíður framhaldandi rigga fínt, so testa og viðlíkahalda flestu framleiðarar ikki Internet Explorer í dag. Heldur verður testað og viðlíkahildið við nútíðarhóskandi browsarum.

Jackson sigur, at ein gott kann brúka Internet Explorer til einkultar leitingar, men hann mælir frá, at nýta Internet Explorer sum høvuðsbrowsara.

Dátueftirlitið mælir eisini fólki frá at nýta Internet Explorer. Hetta, tí at trupulleikar eru við trygdini. Mælt verður til at nýta aðrar kagar. Heilt ítøkiliga merkir tað, at teldusníkar og illviljaðar heimasíður hava lætt við at smitta tína teldu við telduvirusum og øðrum, ið kann stjala týdningarmiklar upplýsingar frá tær.

Kelda:

The Verge og Dátueftirlitið

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Elsa Berg, borgarstjóri, sett skák mát av umsitingini

Í gjár kl. 09:44

Ruth Vang ger bara tað, sum hon er sett í verðina til sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum

13. sepember kl. 18:52

Tikin fyri rúsdrekkakoyring - tvær ferðir upp á eina løtu

14. sepember kl. 09:18