Ongi úrslit

Innbrotsjóvarnir vóru so ungir at teir kunnu ikki revsast

Innbrotið á Fróðskaparsetrinum er avgreitt

Áki Bertholdsen
19 tímar síðan

Seint mánakvøldið varð brotið inn á Fróðskaparsetrinum. Løgreglan sigur, at hetta var á Námsvísindadeildini, at innbrotið var. Tað er neyvan nakað stolið, men okkurt er brotið. 

Men har eru vakmyndatól, og myndirnar av gerningsmonnunum vóru so góðar, at tað bar til at eyðmerkja teir. 

Løgreglan sigur, at tað vísti seg, at talan var um fimm blaðungar dreingir, sum allir vóru undir 15 ár, og tað merkir, at teir eru undir revsingaraldur.

Og løgreglan sigur, at sostatt er tað málið avgreitt.

Annars hevur løgreglan koyrt runt í Streymoynni, Eysturoy og í Norðoyggjum í nátt og kanna ferðsluna, men støðan var góð og allir bilførararnir vóru edrúir.

 

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

Í gjár kl. 12:25

Í besta lagi verður Elias jokari

9. januar kl. 18:34

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08