India mist tamarhaldið á koronufarsóttini

Tey mangla seingjarpláss, oksygen og seinasta talið fyri nýggj smittaði uppá eitt døgn er komið upp á 314.800. India hevur stórar trupulleikar av koronusmittuni

Sigurjón Einarsson
22. apríl 2021 kl. 16:00

India hevur sligið eitt keðiligt met. Nýggjastu smittutølini í dag siga, at tað eru 314.800 fólk vorðin smittaði við koronu seinasta døgnið – og tað er heimsmet. Tað veit AP-tíðindastovan at siga.

Trýstið á heilsuskipanina er vorðið ovurstórt og nú er trot á seingjarplássum og oksygen.

Tey 314.835, sum eru smitaði seinasta døgnið, skulu leggjast afturat teimum 15,9 milliónir fólkunum, ið hava fingið koronusmittuna staðfest, síðani farsóttin fór at gera um seg.

Tað eru eisini nógv fólk, ið doyggja av korona í India. Seinasta døgnið hava 2.104 fólk latið lív við koronu, so samlaða talið nú er komið upp á 184.657 fólk, sigur indiska heilsumálaráðið.

Heilsumyndugleikararnir siga eisini, at nú er brúk fyri meira seingjarplássum og brúk er eisini fyri meira oksygen.

Stóri tørvurin eftir meira seingjarplássum hevur ført við sær, at 75 tokvognar nú verða brúktir til 1.200 koronusjúklingar.

The Times of India sigur, at áðrenn keðiliga heimsmetið á 314.800 nýggj smittaði, var hægsta talið fyri nýggj smittaði uppá eitt samdøgur 307.581 fólk. Tað var skrásett í USA tann 8. januar í ár.