Ongi úrslit

Íløgur í gransking og menning lækka støðugt

Tað eru serliga íløgurnar hjá privatu vinnuni, ið eru minkaðar nógv seinastu trý árini. Íløgur hjá almenna geiranum og útbúgvingarstovnum hava verið meira støðugar

gransking.fo
9 tímar síðan

Íløgur í gransking og menning eru minkaðar ár undan ári síðani 2022. Tað vísa tøl, ið Hagstovan hevur ment í samstarvi við Granskingarráðið.

Í fjør brúktu føroyskir stovnar og fyritøkur tilsamans 336 milliónir krónur til gransking og menning. Tað svaraði til 1,2 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÙ). Í 2023 fóru 1,3 prosent av BTÚ til gransking og menning, tað vóru 31 milliónir krónur meira enn í fjør. í 2002 vórðu 1,6 prosent av BTÚ brúkt til gransking og menning, 

Tað eru serliga íløgurnar hjá privatu vinnuni, ið eru minkaðar nógv seinastu trý árini. Íløgur hjá almenna geiranum og útbúgvingarstovnum hava verið meira støðugar. Enn er tað tó privata vinnan, ið ger størstar íløgur í gransking og menning. 

 Framleiðsluvinnan størstu afturgongd

Størsta afturgongdin í íløgum til gransking og menning í 2024 var í framleiðsluvinnuni, ið m.a. fevnir um matvøruídnað, orku- og vatnveiting og byggivinnuLækkingin í framleiðsluvinnuni var 20 milliónir krónur, 57 prosent minni enn í 2023.

Stovnar og fyritøkur í tænastuvinnuni høvdu í fjør eins og árið fyri størstu íløgur í gransking og menning. Tænastuvinnan fevnir m.a. um smá- og heilsølu, gisting og matstovuvinnu, flutnings- og goymsluvinnu, banka- og tryggingarvirksemi, almenna fyrisiting, heilsuverk og sosialar fyriskipanir.

Íløgur í gransking og menning í tilfeingisvinnuni, ið serliga fevnir um fiskiveiður og aling, vóru mestsum óbroyttar í fjør. 

 

Aftanfyri hini Norðanlondini

Føroysku íløgurnar í gransking og menning í mun til BTÚ eru munandi lægri enn í hinum Norðanlondunum. Hini Norðanlondini hava enn ikki kunngjørt hagtøl um gransking og menning fyri 2024, men samanborið við tøl fyri 2022 og 2023 liggja føroysku útreiðslurnar til gransking og menning sum partur av BTÚ lægst av øllum Norðanlondum. 

 - Tað er púra greitt, at Føroyar liggja langt aftanfyri hini Norðanlond, og vit liggja eisini væl undir tí málinum, sum er sett fyri Evropa, ið er 3 prosent av BTÚ til gransking og menning. Hetta er nakað, sum Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan hevur gjørt vart við í teirra ársfrágreiðingum. Ráðið mælir til, at vit skulu økja íløgurnar munandi, bæði hjá tí privata og hjá tí almenna, tí tað hevur stóran týdning fyri samfelagið at gera íløgur í meira vitanargrundað arbeiði, sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum.

Fleiri tøl í Hagtalsgrunninum

Til ber at síggja fleiri upplýsingar, talvur og grafar fyri 2024 og undarfarin ár í Hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni og grein um hagtølini fyri 2024

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

Í gjár kl. 13:13

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Skattatrýstið í Føroyum veksur - er næsthægst í Norðurlondum

13 tímar síðan

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20