Evropatingið hevur samtykt lóggávu, sum herðir reglurnar hjá ES um leika munandi. Hettar skrivar Ritzau.
Millum annað er fullkomiligt bann móti PFAS í leika sett í gildi. PFAS er ein bólkur av túsundtals syntetiskum kemikalium, sum verða nýtt í nógvum gerandisvørum og gera tær vatn- og feittavvísandi.
Hesi evnir niðurbrótast sera seint og kunnu savnast í umhvørvinum og livandi verum, eisini menniskjum.
Tað hevur elvt til stúran fyri møguligum heilsuávirkanum so sum ávirkan á immunverjuna, økt kolesterolstøði og vandan fyri ávísum krabbameinssjúkum.
Hormonórógvandi kemikaliir eru eisini banna, umframt kemikaliir sum órógva húðina.
Kira Marie Peter-Hansen, limur í Evropatinginum fyri Socialistisk Folkeparti sigur:
- Við nýggju reglugerðini venda vit tingini á høvdið: Um kemiin kann vera hættislig, so skal hon takast úr leikanum, sigur hon við Ritzau.
Nýggja lóggávan merkir eisini, at herdu markvirðini ikki longur bert verða galdandi fyri tey yngstu børnini undir trý ár, men verða sett í verk fyri leika til øll børn.
Eisini er krav sett um, at váðin fyri sálarligu heilsuni hjá børnum, tá tað snýr seg um leikutoy bygd á AI skal metast.
Hon vísir á at milliónir av leikum koma inn í ES umvegis, millum annað, kinesiskir nethandilar sum Temu. Her manglar ein lóggáva.
- Vit skulu duga at hava eina sera sterka regulering, men arbeiðið steðgar ikki her.
Vit mugu hava enn strangari reglur fyri netmarknaðarplássum sum Temu, soleiðis at hættisligur leikur ikki røkkur donskum og evropeiska barnakømrum, sigur Kira Marie Peter-Hansen.